HM-undankappingin: Niðurlond og Eysturríki hava framvegis fult stigatal

Memphis Depay javnaði málmetið hjá Robin van Persie

Seks HM-undankappingardystir vóru leiktir í kvøld.

Í bólki G vunnu Niðurlond stórsigur 8-0 á Malta, har Memphis Depay við tveimum málum javnaði málmetið hjá Robin van Persie. Teir hava báðir skotið 50 mál fyri Niðurlond. Í sama bólki vann Finnland á heimavølli ein flottan 2-1 sigur á Póllandi á heimavølli. 

Finnland-Pólland 2-1 (1-0)

1-0 Joel Pohjanpalo, br. ('31 )

2-0 Benjamin Kallman ('64 )

2-1 Jakub Kiwior ('69 )

Niðurlond-Malta 8-0 (3-0)

1-0 Memphis Depay, br. ('9 )

2-0 Memphis Depay ('16 )

3-0 Virgil van Dijk ('20 )

4-0 Xavi Simons ('61 )

5-0 Donyell Malen ('74 )

6-0 Noa Lang ('78 )

7-0 Donyell Malen ('80 )

8-0 Micky van de Ven ('90 )

Finnland hevur sjey stig fyri fýra dystir, Niðurlond hava seks stig fyri tveir dystir, og Pólland hevur seks stig fyri tríggjar dystir. Litava hevur tvey stig fyri tríggjar dystir, og Malta er aftast við einum stigi fyri fýra dystir.

Í bólki K vann Serbia 3-0 á Andorra á heimavølli. Aleksandar Mitrovic skoraði reint hattrick fyri Serbia. Í sama bólki leiktu Lettland og Albania javnleik 1-1 í Riga. Antonijs Cernomordijs hjá Lettlandi gjørdi fyrst sjálvmál, og javnaði so seinni til 1-1. 

Serbia-Andorra 3-0 (2-0)

1-0 Aleksandar Mitrovic ('12 )

2-0 Aleksandar Mitrovic ('24 )

3-0 Aleksandar Mitrovic, br. ('53 )

Lettland-Albania 1-1 (1-1)

0-1 sjálvmál ('29 )

1-1 Antonijs Cernomordijs ('45 )

Ongland hevur níggju stig fyri tríggjar dystir. Albania hevur fimm stig fyri fýra dystir. Serbia hevur fýra stig fyri tveir dystir, og Lettland hevur fýra stig fyri tríggjar dystir. Andorra er aftast í bólkinum við ongum stigi aftaná fýra dystir. 

Í bólki H vann Eysturríki stórsigur á San Marino, og Rumenia vann á Kýpros. 

San Marino-Eysturríki 0-4 (0-4)

0-1 Marko Arnautovic ('3 )

0-2 Michael Gregoritsch ('11 )

0-3 Marko Arnautovic ('15 )

0-4 Christoph Baumgartner ('27 )

Rumenia-Kýpros 2-0 (2-0)

1-0 Florin Tanase ('43 )

2-0 Dennis Man ('45 )

Bosnia Hersogovina er fremst í bólkinum við níggju stigum fyri tríggjar dystir. Eysturríki hevur seks stig fyri tveir dystir, og Rumenia hevur seks stig fyri fýra dystir. Kýpros hevur trý stig fyri tríggjar dystir. Aftast er San Marino við ongum stigi aftaná fýra leiktar dystir.