HØJ vann greiðan sigur á heimavølli

Pauli Jacobsen og liðfelagarnir í HØJ hava fyribils lagt seg á odda í næstbestu hondbóltsdeildini í Danmark

Føroyski landsliðsmálverjin, Pauli Jacobsen og liðfelagarnir í HØJ - teirra millum Hans Lindberg - spældu í kvøld dyst á heimavølli í næstbestu donsku hondbóltsdeildini.

 

Frammanfyri 600 áskoðarum í Ølstykke eydnaðist tað HØJ at vinna greiðan 35-26 sigur á Skive.

 

Tíverri eru hagtøl fyri málverjar ikki tøk fyri næstbestu deildina í Danmark. Pauli kappast við 26 ára gamla, Emil Kheri Imsgaard um at verja málið hjá HØJ. 

 

Tó er greitt, at Hans Lindberg sum er av føroyskari ætt skoraði trý mál. 

 

HØJ er fyribils oddalið í deildini við fýra stigum fyri tveir dystir.

 

Í morgin klokkan 14 verður føroyingauppgerð á Frederiksberg í Keypmannahavn, tá FIF við fýra føroyingum á liðnum tekur móti liðnum hjá Kjartani Johansen, Lemvig-Thyborøn.