Hørður H. Askham hevur fingið viðurkenning og heiður fyri gott avrik í verjuni hjá FC Roskilde í dysti móti Esbjerg í næstbestu donsku fótbóltsdeildini.
Farna vikuskiftið tapti Roskilde á heimavølli 1-2 fyri Esbjerg. Roskilde var á odda 1-0 tá Hørður í 74. minutti var skiftur út.
Tey hjá Viaplay sum vísir dystir og hæddarpunkt frá NordicBet liguni mettu avrikið hjá Hørði at vera so sannførandi, at hann var valdur á vikuliðið:
##med2##