Catherine er upprunaliga útbúgvin fagotspælari og spældi solofagot í Komische Oper í Berlin áðrenn hon fór dirigentleiðina. Her ber til at lesa meira um nýggja dirigentin.
Eftir nýggjárskonsertina 2026 letur Bernhardur Wilkinson dirigentstavin víðari til Catherine Larsen-Mcguire. Sostatt verður fyrsta framførslan hjá Catherine stóra konsertin saman við Kim Hansen og bólki í februar.
Lesið eisini: Bernharður Wilkinson gevst í symfoniorkestrinum
– Vit eru øll takksom fyri stóra arbeiðið, Benni hevur lagt í Føroya Symfoniorkestur. Hann hevur saman við framúrskarandi tónleikarum og dedikeraðum sangarum, samstarvspørtum, stuðlum og øðrum flutt okkara orkestur og kór risastór fet fram á leið, sigur stjórin í Føroya Symfoniorkestri, Hans Petur í Brekkunum.