Hópurin móti Montenegro og Andorra úttikin

A-LANDSLIÐIÐ KVINNUR: Signe Pries Andersen hevur úttikið 22 spælarar til EM-undankappingardystirnar móti Montenegro og Andorra, sum vera ávikavist á heimavølli 12. juli og útivølli 16. juli

Føroyska A-landsliðið við kvinnum hevur tveir dystir eftir at spæla í verandi EM-undankapping. Fyrri dysturin verður á heimavølli fríggjadagin 12. juli, tá Montenegro kemur á vitjan á Tórsvølli, og seinni dysturin er á útivølli móti Andorra týsdagin 16. juli.  

 

Av teimum 22, ið landsliðsvenjarin, Signe Pries Andersen hevur boðsent til komandi uppgávur, eru tvær, ið ikki hava verið partur av A-landsliðnum áður. Talan er um Gunnvá Lützen úr HB, og Onnu Carolinu Brændstrup, ið spælir fyri HB Køge í Danmark. Tær eru tó ikki heilt ókendar í føroyskum landsliðsfótbólti. Gunnvá Lützen er skrásett fyri trettan U19 landsdystir, fimm U17 landsdystir, og tveir U15 landsdystir, meðan Anna Carolina Brændstrup hevur spælt sjey U19 landsdystir fyri Føroyar, og hevur skorað fýra mál.

 

Hópurin Óluva Allansdóttir Joensen, KÍ Klaksvík

 

Valborg Østerø, B36 Tórshavn

 

Petra Hoydal, AaB (Danmark)

 

Rebekka Fjallsá Benbakoura, GPO (Grikkaland)

 

Anna Carolina Brændstrup, HB Køge (Danmark)

 

Ásla Johannesen, Piteå IF (Svøríki)

 

Rúna Jacobsen, HB Tórshavn

 

Sunniva Willemoes, HB Tórshavn

 

Fridrikka Clementsen, HB Tórshavn

 

Gunnvá Lützen, HB Tórshavn

 

Durita Hummeland, KÍ Klaksvík

 

Birita Ryan, KÍ Klaksvík

 

Tórunn Højgaard Joensen, KÍ Klaksvík

 

Eyðvør Klakstein, KÍ Klaksvík

 

Sanna Svarvadal, KÍ Klaksvík

 

Tóra Mohr, KÍ Klaksvík

 

Malena Olsen, KÍ Klaksvík

 

Heidi Sevdal, NSÍ Runavík

 

Julia Naomi Mortensen, NSÍ Runavík

 

Jensa Tórolvsdóttir, Víkingur

 

Lea Lisberg, Víkingur

 

Mona Rasmusdóttir, Víkingur  

 

Undan síðstu dystunum í bólkinum eru Montenegro og Grikkaland fremst við 10 stigum í part. Føroyar eru nummar 3 við trimum stigum, og aftast er Andorra við ongum stigi.