Hoyrið Haderslev Drengekor syngja »Tað kundi verið eg«

Á norðoyastevnu vitjaði Haderslev Domkirkes Drengekor í Klaksvík, har teir høvdu konsert í Christianskirkjuni.

Í kórinum eru 56 sangarar úr níggju ára aldri og uppeftir. Teir hava verið við til fleiri ymsar kappingar, og til hesa framførsluna í Christianskirkjuni sungu teir vakra sangin hjá Steintóri Rasmussen, »Tað kundi verið eg« – á føroyskum. Teir høvdu víðagitna føroyska sangaran Karl Martin Samuelsen við sum gestasangara. 

Trýstið á pílin á myndini og hoyrið og síggið vøkru framførsluna.

 

##med2##