Norðurlandahúsið skrivar, at Norðurlandadagurin hevur verið hátíðarhildin alla vikuna við eini rúgvu av tiltøkum runt Norðurlond og baltisku londini. Evnið er tilbúgving í Norðurlondum, sum hevur stóran áhuga í løtuni.
Á Norðurlandadegnum verður ein ókeypis málkafé á netinum, har tú kanst tosa eitt annað norðurlandamál við onnur í Norðurlondum - sama hvar í heiminum tú ert.
Í netbólkum sleppa tit saman at venja svenskt, finskt, norskt, íslendskt, danskt, grønlendskt ella norðursamiskt. Bólkarnir eru skipaðir soleiðis, at hvør bólkur hevur ein vert, sum leiðir samrøðuna og svarar møguligum spurningum um málini.
Málkaféin er skipað í samstarvi við Norðurlendska Ráðharraráðið, Nordisk Kulturkontakt, Norrøna Felagið, Sprogambassadørerne, Articulatte og Pohjola-Norden.
Melda til:
Finskt - www.articulatte.live/service-page/nordic-day-2025-suomi
Svenskt - www.articulatte.live/service-page/nordic-day-2025-svenska
Norskt - www.articulatte.live/service-page/nordic-day-2025-norsk
Danskt - www.articulatte.live/service-page/nordic-day-2025-dansk
Íslendskt - www.articulatte.live/service-page/nordic-day-2025-islenska
Norðursamiskt - www.articulatte.live/service-page/nordic-day-2025-davvisamegiella
Føroyskt - www.articulatte.live/service-page/nordic-day-2025-foroyskt
Grønlendskt - www.articulatte.live/service-page/nordic-day-2025-kalaallisut