Í minsta lagi 50 fólk eru deyð í vatnflóð í amerikanska statinum Texas.
Tað upplýsir tíðindastovan AFP út frá tølum úr sýslum í statinum.
Talið av deyðum í vatnflóðini er hækkað fleiri ferðir seinastu tveir dagarnar.
Í nátt boðaði sjeriffurin í Kerr County, Larry Leitha, á tíðindafundi frá, at í minsta lagi 43 fólk - 28 vaksin og 15 børn - eru deyð har.
Harumframt hava fýra fólk latið lív í Travis County, tvey eru deyð í Burnet County, og ein persónur er deyður í Tom Green County, skrivar AFP.
Talið av børnum, sum eru deyð, er framvegis 15 eftir seinastu dagføringina.
Fleiri fólk eru eisini saknað - harímillum fleiri børn, sum gistu á summarleguni Camp Mystic.
Sambært CNN segði Dalton Rice, sum er borgarstjóri í Kerrville, á einum tíðindafundi, at 27 børn frá leguni framvegis eru saknað.
Børnini vóru á legu nærhendis ánni Guadalupe, tá nógv regn rakti økið fríggjadagin. Regnið fekk ánna at flóta yvir áarbakkarnar, tí vatnstøðan hækkaði næstan níggju metrar uppá stutta tíð.
Statsmyndugleikarnir boðaðu leygardagin frá, at fleiri enn 850 fólk eru løstað í raktu økjunum. Summi vórðu funnin í trøum, har tey høvdu klintrað fyri at bjarga sær.
Amerikanski forsetin, Donald Trump, skrivaði leygardagin á sosialu miðlasíðuni Truth Social, at samveldisráðharrin fyri innanríkistrygd, Kristi Noem, var á veg til vanlukkuøkini í Texas.
Stjórnin arbeiðir saman við myndugleikunum í Texas fyri at fáast við "syrgiligu vatnflóðina", stendur í fráboðanini.
- Melania og eg biðja fyri øllum ofrunum, sum eru rakt av hesum ræðuliga sorgarleiki.
Vatnið fór at minka um Guadalupe-áina í gjár.
Men alt økið kring stóru býirnar San Antonio og Austin, sum vórðu rakt av flóðalduni, er undir øktum eftirliti av veðurfrøðingum.
Hósdagin ávaraðu myndugleikarnir í Texas um, at vestur- og miðparturin av statinum kann verða raktur av nógvum regni og torustormi komandi dagarnar.
Enn undraði nøgdin av regni bæði íbúgvar og myndugleikar, segði leiðarin fyri neyðhjálparverkið í Texas á tíðindafundi mikudagin.
Veðurforsøgnirnar "søgdu ikki, hvussu nógvum regn vit vóru rakt av", sigur stjórin, W. Nim Kidd, sambært Reuters.
/Ritzau/