Tað var Karlot Hergeirsson, løgtingsmaður hjá Framsókn, sum setti Jóhan Christiansen, landsstýrismanni, ein grein 52a spruning um ein nýggjan túr til Nólsoyar við Strandferðsluni.
Spurningurin var soljóðandi:
1. Nær kunnu nólsoyingar vænta, at nýggi túrurin til Nólsoyar kemur?
2. Er samráðið við nólsoyingar byrjað um, nær á degnum nýggi túrurin skal liggja?
Í svarinum vísir landsstýrismaðurin á, at í dag eru 42 dupultir túrar um vikuna í ferðaætlanini fyri sigling til Nólsoyar. Sum Strandferðslan hevur skilt, er ynski frá nólsoyingum serliga at fáa ein túr afturat gerandiskvøld kl. 20:00 av Havnini.
– Strandferðslan hevur gjørt greiningar av siglingini í mun til verandi ferðaætlan og í mun til eina møguliga broytta ferðaætlan. Greiningarnar hava samanumtikið snúð seg um ásetingarnar, sum øll sigling hjá ferðafólkaskipunum hjá Strandferðsluni skulu lúka; tað vil siga ásetingar um hvílitíð, arbeiðstíð og trygd, sigur landsstýrismaðurin.
– Niðurstøðan av hesum greiningunum er, at tað tíverri ikki ber til við verandi ferðaætlan at leggja ein túr inn kl. 20:00, sigur hann.
– Ein leistur kundi tó møguliga verið, at onkrir túrar í verandi ferðaætlan verða fluttir, so arbeiðsætlan og hvílitíð lúka galdandi ásetingar. Hetta krevur tó eitt neyvt samskifti við nólsoyingar, so broytingarnar ikki elva til aðrar avbjóðingar fyri tey, sum ferðast á leiðini, sigur hann.
Strandferðslan fer í næstum at biðja um fund við staðbundnu nevndina í Nólsoy fyri at umrøða hesi viðurskifti nærri, sigur Jóhan Christiansen, landsstýrismaður, í svarinum til Karlot Hergeirsson.
##med2##