Ókeypis konsert við svenskum slagverksbólki í Norðurlandahúsinum

Ingesunds Slagverksensemble frá Musikhögskolan Ingesund í Svøríki vitjar í Havn og fer at hava konsert í Norðurlandahúsinum 8. mai klokkan 19.

Áhoyrarnir kunnu gleða seg til eina konsert við nýggjum svenskum og føroyskum tónleiki - harumframt fleiri frumframførslur, sum tónasmiðir og lesandi úr hesum londunum báðum hava samstarvað um.

Á skránni eru eitt nú verk sum Slá í ring eftir Rúna K. Mouritsen og In Chains eftir Johan Bodin Eriksson. Harumframt verða spildurnýggj verk framførd, sum tónlistalesandi úr bæði Føroyum og Svøríki hava gjørt – m.a. Dropar fyri tvey slagverk eftir Helenu Sigurðsdóttir Lamhauge, umframt stuttar skitsur, sum lesandi á Fróðskaparsetri Føroya og Tórshavnar Musikkskúla hava skrivað.

Við í Ingesund Slagtøjsensemble eru næmingar frá Musikhögskolan Ingesund, sum er ein partur av Karlstad Universiteti. Útbúgvingin hevur síðani 1923 verið týdningarmikil miðdepil fyri tónleikaundirvísing í øllum Norðurlondum, og í dag koma lesandi úr øllum Svøríki - umframt í løtuni eisini úr Føroyum.

Konsertin er ókeypis og øll eru hjartaliga vælkomin.