Soleiðis byrjaði bátafestivalurin á Toftum

- Hetta hevur borið til, tí fólkið á staðnum hevur skapt ta uppdrift, sum er neyðug fyri at fáa bátafestivalin uppfrá á hvørjum ári og at halda honum á flogi

Tað var Høgni Waag Høgnesen, sum helt vælkomstrøðuna á bátafestivalinum  á Toftum, sum var um vikuskiftið. Høgni hevur øll árini verið ein av primusmoturunum aftanfyri stóra tiltakið, sum í 20 ár hevur verið hildið fyrsta vikuskiftið í mai. 

 

Bátafestivalurin á Toftum er ársins fyrsta bátastevna, og tey næstu bátastevnutiltøkini eftir festivalin á Toftum eru bátastevnan í Vestmanna og bátahugnin í Hvalvík.

 

Síðan koma onnur slík tiltøk, og seinasta bátastevnutiltakið er vanliga regattasiglingin í Sundalagnum, sum er einar tvær vikur eftir ólavsøku og altíð liggur fríggjakvøldið, sum ovastevna er í Nólsoy leygardag.

 

Høgni W. Høgnesen byrjaði sína vælkomstrøðu á Toftum leygardagin við hesum orðum:

 

- Í 1895 segði tann høgt virdi enski alisfrøðingurin, Lord Kelvin, nakað soleiðis: ”... Flogfør, sum eru tyngri enn luft, eru óhugsandi”. Kelvin var sannførdur um, at tað fór at verða ómøguligt at skapa nóg stóra uppdrift til at vinna á vektini á einum flogfari, sum var tyngri enn luft, og tað var heldur ikki gjørligt at gera so stóra maskinu, sum kravdist fyri at halda einum flogfari á flogi. 

 

Hann vísti á, at uppáhaldið hjá Kelvin varð skjótt gjørt til skammar, og tað so dyggiliga. Bara átta ár seinni – í 1903 – flugu Wright-brøðurnir sum teir fyrstu eitt flogfar, ið var tyngri enn luft. Besta flogið tann dagin var 255 metrar og vardi 59 sekund.

 

- Longu í 1919 flugu Alcock og Brown sum teir fyrstu millum tveir heimspartar – úr St. Johns í Ný Foundlandi til Írlands. Restin er søga, sum tikið verður til – tað er helst eingin, sum er staddur her í dag, ið ikki hevur roynt at flogið millum lond.

 

Men, hvat hevur so hetta við bátafestivalin á Toftum at gera? spurdi Høgni Waag Høgnesen.

 

- Um vit skulu brúka flúgvingina sum myndamál, so fleyg fyrsti bátafestivalurin hvørki serliga høgt ella serliga víða: Suppa var til tær 39 bátsmanningarnar, nakrar heilt fáar framførslur vóru á skránni og so var dansur í tjaldinum.

 

Hetta var stórt sæð tað!

 

- Kanska vóru fólk aðrastaðni líka so skeptisk sum Lord Kelvin, tá tey frættu um ein bátafestival á Toftum. Tað kann eg einki siga um. Men veruleikin er, at bátafestivalurin er farin frá at vera eitt lítið tiltak til at vera eitt stórt og afturvendandi tiltak við einari drúgvari skrá.

 

Hann segði, at hetta hevur borið til, tí fólkið á staðnum hevur skapt ta uppdriftina, sum er neyðug fyri at fáa bátafestivalin uppfrá á hvørjum ári og at halda honum á flogi í eitt vikuskifti. Feløg, kommuna og ein fjøld av einstaklingum – eisini fleiri, sum eru fødd og uppvaksin í kommununi, men nú búgva aðrastaðni – koma trúliga at hjálpa til fyrsta vikuskiftið í mai.

 

- Forsøgan til bátafestivalin á Toftum hevði einki við saltvatn og sigling at gera. Hon byrjar við einum 10. flokki her, sum skuldi uttanlands at ferðast. Næmingarnir guldu til felagskassan hvør í sínum lagi, skipaðu fyri bingo, seldu fisk og annað – men meira skuldi til.

 

Høgni Waag Høgnesen vísti á, at fleiri uppskot vóru um inntøkugevandi tiltøk, og eitt uppskot um ein bátafestival fekk góða undirtøku.

 

- Eitt bátafelag varð stovnað við sjeymannanevnd at standa fyri einum bátafestivali, og ein reglugerð bleiv smíðað, sum ásetti reglur fyri útgjaldi av stuðli. Avgerð varð tikin um, at fyrsti bátafestivalurin á Toftum skuldi vera fyrsta vikuskifti í mai í 2005. Vit herjaðu á eftir Pippi-prinsippinum: ”Hetta hava vit ongantíð roynt fyrr, so tað klára vit púra vist..."

 

Hann ásannaði, at tað var sera strævið at fáa alt upp á pláss á fyrsta bátafestivali, sum hildin varð á Toftum.

 

##med2##

 

- Men tað var eisini hugaligt og stuttligt, tí vit vóru so nógv, sum vóru felags um fyrireikingarnar: Allir 10. floksnæmingarnir, teirra foreldur og systkin og nevndin í bátafelagnum – og øll hesi drógu í sínum lag næstringar og vinir uppí. So hjálpin var stór – eisini fíggjarliga, og Nes kommuna var tá ein veldugur viðspælari og hevur verið tað líka síðani. Somuleiðis hevur bátafestivalurin havt trúgvar vinnulívsstuðlar øll hesi árini.

 

Og Høgni W. Høgnesen tók soleiðis til:

 

- Hetta vóru tær kreftirnar, sum skaptu uppdriftina til at fáa fyrsta bátafestivalin á flog og at halda honum á flogi.

 

Øll vælkomstrøðan hjá primusmotorinum aftanfyri bátafestivalin á Toftum, Høgna Waag Høgnesen, kann lesast á www.nes.fo