Innkomuvegurin eitur nú »Havnarvegurin«

Tórshavnar býráð samtykti í gjárkvøldið, at nýggi innkomuvegurin av Hvítanesi til Havnar eitur Havnarvegurin

Málið um navn til nýggja innkomuvegin til Havnar byrjar við, at tekniska umsitingin hjá Tórshavnar kommunu heitir á Gøtunavnanevndina at taka støðu til, um innkomuvegurin kann eita »Innkomuvegurin«, ella koma við uppskoti um annað navn.

 

Gøtunavnanevndin hjá Tórshavnar kommunu hevur fund um málið 25. februar 2025. Ein meiriluti, Marjun Arge Simonsen, Ronnie Thomassen og Annfinnur Hjelm, mælir til, at innkomuvegurin fær navnið »Ytri Ringvegur«.

 

Ein minniluti, Jógvan Arge og Marius Rein, mælir til, at innkomuvegurin fær navnið »Havnarvegur«.

 

Á fundi í mentamálanevndini 7. mars varð samtykt, at vegurin fær navnið »Havnarvegur« og at beina málið í býráðið.

 

Á býráðsfundi í gjárkvøldið varð einmælt samtykt at taka undir við tilmælinum frá mentamálanevndini um at vegurin fær navnið »Havnarvegur«.

 

##med2##

##med3##

##med4##

##med5##

##med6##

##med7##

##med8##

##med9##

##med10##

##med11##

##med12##

##med13##

##med14##

##med15##

##med16##

##med17##

##med18##