Íslendingur á odda á Eiði

Óvæntað hevur íslendingurin Ádam Ómarsson lagt seg einsamallan á odda í talvkappingini Janus Open á Eiði.

Hann hevur sum hin einasti av øllum vunnið hvørt talv, nú fimm umfør eru avgreidd. Eftir styrkitølunum stóð Ómar sum hin fimtandi í røðini, so hann hevur tikið øll á bóli.

 

 

 

Útlendsku telvararnir gera um seg í kappingini. Fremstu sjey telvararnir eru allir útlendingar. Høgni Egilstoft Nielsen, sum hevur hægsta styrkitalið í kappingini, er í løtuni nummar átta í røðini. Høgni hevur tapt eitt talv, móti øðrum íslendingi, Páll Gauti Jónsson.

 

 

 

Støðan í oddanum eftir fimm umfør:

 

 

 

1. Ádam Ómarsson 2026 (Ísland)) 5 stig

 

2-4. Páll Gauti Jónsson 2152 (Ísland) 4½

 

2-4. Mikkel Vinh Loftgaard 2235 (Danmark) 4½

 

2-4. Casper Liu (Danmark) 2251 (Danmark) 4½

 

5-14. Símun Tórhallsson 2223 (Ísland) 4

 

5-14. Bjørn Holm Birkisson 2153 (Ísland) 4

 

5-14. Noa Krug Wahlgreen 2148 (Danmark) 4

 

5-14. IM Høgni Egilstoft Nielsen 2390 (Føroyar) 4

 

5-14. Hans Kristian Simonsen 2146 (Føroyar) 4

 

5-14. Hallgerður Thorsteinsdóttir 2188 (Ísland) 4

 

5-14. Herluf Hansen 1995 (Føroyar) 4

 

5-14. Carles Melado 1926 (Spania) 4

 

5-14. Luitjen Akselsson Apol 2305 (Føroyar)

 

5-14. Ingi Ellingsgaard 1710 (Føroyar) 4 stig

 

 

 

##med2##

 

Tvey umfør í dag

 

 

 

Kappingin endar í dag. Tvey umfør eru. Sætta umfar byrjar klokkan 13:30. Og sjeynda og seinasta umfar byrjar klokkan 17.00.

 

 

 

Í sætta umfarið verður telvað soleiðis á fremstu borðunum:

 

 

 

Páll Gauti Jónsson - Ádam Ómarsson

 

Casper Liu - Mikkel Vinh Loftgaard

 

Hans Kristian Simonsen - Høgni Egilstoft Nielsen

 

Luitjen Akselsson Apol - Herluf Hansen

 

Símun Tórhallsson - Hellgerður Thorsteinsdóttir

 

 

 

Íslendingar móti íslendingum, danir móti dønum og føroyingar móti føroyingum.

 

 

 

Telvað verður í Kolshøll á Eiði, og til ber at fylgja við leik fyri leik á fremru borðunum á netinum. Leinki sæst á heimasíðu Talvsambandsins: faroechess.com.

 

##med3##

 

 

 

Talvsiðvenjan í Norðstreymoy

 

 

 

Sum áður nevnt er luttøkumet sett í hesari kappingini. Ongantíð eru so nógv komin saman at telva í Føroyum sum á Eiði hetta vikuskiftið. Í alt 103 telvarar eru við. Tað mesta higartil er 101, tað var, tá norðurlandameistarakappingin var í Føroyum í 1987.

 

 

 

27 eru úr norðurøkinum, sum Talvfelagið Rókur í Sundalagnum fevnir um. Av hesum er á leið helvtin mestsum nýbyrjarar.

 

 

 

Á Eiði hevur einki talvfelag verið í nógv ár. Men Eiðis Talvfelag er elsta talvfelag í Eysturoynni. Tað var stovnað longu í 1956. Í 60-unum eru eiðismenn tríggjar ferðir við í sokallaðu Wood-kappingini, sum í 50-unum og 60-unum var tað, ið svaraði til eina landskapping í talvi fyri føroysk feløg. Eiðis Talvfelag er við í Wood-kappingini í 1964, 1966 og 1967.

 

 

 

Eiðis Talvfelag er uppi í at stovna Talvsamband Føroya í 1970, og er millum tey seks feløgini, sum manna 1 deild - ella A-deildina, sum tað tá var rópt - tá landskappingin byrjaði veturin 1970/71.

 

 

 

Nógvir av telvarunum á Eiði itu Hans sum fyrra lið í tvífornavni. Hetta høvdu skemtararnir í V4-útvarpsundirhaldssendingini fingið við, tá ið teir sendu av Eiði eitt leygarkvøld tíðliga í 70-unum. Tá vóru allir tevararnir nevndir: Hans Egil, Hans Edvard, Hans Erland, Hans Jákup, Hans Julian, Hans Esbern - og kanska var onkur annar eisini.

 

 

 

Telvingin á Eiði fjarar burtur miðskeiðis í 70-unum. Tá kyknar upp annað felag á Oyri. Talvfelagið Rókur er stovnað í 1974. Har er beinanvegin futtur í, í 1978 verður Bergur Johannesen unglingaføroyameistari, og árið eftir skipar felagið fyri FM-einstaklingakappingini í nýggja Felagsskaúlanum á Oyrarbakka.

 

 

 

Og í 1979 verður talv nýggj grein hjá ítróttafelagnum Streymi í Hvalvík-Streymnesi. Har brestur av álvara fyri nev, og nógvir heilt góðir telvarar koma undan. Streymur vinnur FM í unglingadeildini longu í 1980 og aftur í 1982, og í 1986 gera teir bart í fremstu deildini og vinna føroyameistaraheitið í harðari kapping við Havnar Telvingarfelag. Á vinnandi liðnum eru Gunnar Joensen, Martin Brekká, Finnbjørn Zachariassen og Hanus Brekká.

 

 

 

Í dag er øll telving í Sundalagnum savnað í felagnum Róki. Felagið telvar sínar heimadystir eftir tørni á Oyrarbakka og á Eiði, viðhvørt við Margáir í Streymnesi. Felagið er á odda í 3 deild, so enn gongur ein løta til vit síggja teir í 1 deild.

 

 

 

Áhugin tykist vera stórur, Í løtuni er kanska mest gongd í á Eiði, men í liðkappingini eru fleiri telvarar, sum eru úr syðra parti av Sundalagnum.