Ísraelskir ráðharrar óynsktir í Slovenia

Slovenia er fyrsta ES-land, sum sigur, at ísraelskir ráðharrar eru óynsktir í landinum

Slovenia, sum er limur í ES, hevur gjørt av at sýta tveimum høgravendum ísraelskum stjórnarlimum innferðarloyvi.

 

Sambært stjórnini í Ljubljana í Slovenia er hetta fyrstu ferð, at eitt ES-land setir eitt slíkt forboð.

 

Talan er um ísraelska fíggjarmálaráðharran, Bezalel Smotrich og ísraelska ráðharran í trygdarmálum, Itamar Ben-Gvir, sum innferðarforboðið er galdandi fyri.

 

Teir eru báðir ráðharrar í stjórnini hjá ísraelska forsætisráðharranum, Benjamin Netanyahu.

 

- Slovenia boðar frá, at hesir báðir ísraelsku ráðharrarnir eru óynsktir, sigur uttanríkisráðharrin í Slovenia, Tanja Fajon, í dag. 

 

Slovenska stjórin leggur ísraelsku ráðharrarnar undir at fremja brot á mannarættindini hjá palestinum og leggja upp til fólkamorð.

 

Hetta skrivar norska kringvarpið - NRK - seinnapartin í dag.

 

##med2##

 

 

 

Uttanríkisráðharrin í Slovenia, Tanja Fajon