ÍTRÓTTUR- OG FELAGSSKAPUR

At íðka ítrótt og vera í einum felagsskapi er ikki bara ein aktivitetur, tað er ein lívsstílur, sum er góður fyri okkara likamligu og sálarligu vælveru. Vit skapa vinarbond fyri lívið, og ein góður og sunnur felagskapur styrkir sálarheilsuna, og er við til at fyribyrgja mistrivnað

 

Sjálv havi eg verið virkin í ítrótti alt mítt lív, eri tað enn, nú saman við mínum børnum og ommubørnum. Eg kenni sera væl til, hvussu feløgini dag og dagliga geva bestu, tryggastu, stuttligastu og mest mennandi umstøður til øll børn, ung og vaksin, innanfyri givnu karmar

 

Øll feløg og felagskapir hava nógvar eldsálir, og er tað fyri tey allarflestu, sjálvbodnar arbeiðshetjur. Talan er bæði um venjarar, hjálparfólk, stuðlar og nevndarfólk. Tað er hart arbeiði at reka eitt felag og ein felagsskap. Tey høvdu ikki klára seg uttan hesar eldsálir, sum eru viðvirkandi til, at ungdómur i kommuni hevur møguleika fyri at fáa eitt umhvørvið, sum stimbrar og mennir tey likamliga, sálarliga og sosialt. Hetta kan ikki metast í krónum og oyrum.

 

 

 

HØLLIN Á HÁLSI, SKAL BERT BRÚKAST TIL ÍTRÓTT

 

Høllin á Hálsi er í dag ein “Tórshavnar ítróttar-og samkomuhøll”, sum inniber, at ítrótturin, sum íðkar har dagliga, missur alt ov nógvar venjingartímar, tí høllin skal brúkast til annað endamál. Hetta ávirkar alt ov nógv dagliga virksemi hjá ítróttarfeløgunum, sum húsast í Høllini á Hálsi. Hetta er als ikki nøktandi, og kunnu vit ikki bjóða okkara børnum og sjálvbodnu hesar ótolandi umstøður og avlýsingar. Tað ávirkar ikki bara feløgini, sum hava heimstað á Hálsi, tað ávirkar sanniliga eisini aðrar hallir og onnur feløg, tí teirra tímar, skulu lutast burtur, tá ið tiltøk eru í Høllini á Hálsi. Feløgini hava tørv á at sleppa at íðka og mennast í fri, í sínum egna umhvørvi og varveita allar sínar tillutaðir venjingartímar, sum eru alt ov fái frammanundan.

 

Nú Stórhøllin við Tjarnir skjótt verður liðug, skal tað sjálvsagt vera Stórhøllin, sum hýsir øllum størri tiltøkum, so sum konsertir, veitslur, landsliðsvenjingar, samfelagsmøtir o.a.

 

 

 

NEYÐUGAR ÁBØTUR Í GUNDADALSHØLLINI

 

Gundadalshøllin er gomul og krevur ábøtur. Um ikki neyðugur pengar verða settir av, ja, so endar tað við, at hon ikki kann brúkast. Sera nógv virksemi er í høllini hvønn tann einasta dag. Tori ikki at hugsa um hvørja ávirkan tað hevði havt, við færri venjingartímum til allan innandura ítrótt, um Gundadalshøllin ikki var í útrokningarlykilinum til tímar til einstaka felagið.

 

Tórshavnar Kommuna yvirtók Gundadalshøllina, við tí avtalu, at feløgini fingu eitt venjingargólv afturat í Gundadali. Tíðin er komin til, at ein langtíðarætlan verður gjørd, soleiðis at undirskrivaða avtalan við feløgini verður framd í verki. Plássi er avsett til tað.

 

 

 

TÓRSBREYT OG LJÓSVIÐURSKIFTIR:

 

Fræslur ítróttur hevur leingi, alt ov leingi bíða eftir og fingið lova uppí leypar, at fáa ljós á Tórsbreyt. Til komandi fíggarælan vil eg viðvirka til, at hendan játtanini fyriliggur. Frælsur ítróttur hevur ikki nakra aðra staðni at vera, enn á Tórsbreyt. Sjálvsagt skulu tey kunna venja so leingi, sum allar aðrar ítrótargreinar, men til tess krevur tað, at tey fáa ljósviðurskiftini í lag. Fakta er, at frælsur ítróttur treingir til eina innandura høll, um ítrótturin skal yvirliva. Vit skulu minnast til, at ljósini á Tórsbreyt kemur ikki bara frælsum ítrótti til gagns, men eisini tey óteljandi fólkini, sum brúka Tórsbreytina til at ganga og ella renna á, sum eitt frítíðarítrív fyri sál og sinn. Tað er ein skylda hjá kommununi.

 

 

 

Súna Mørk, Býráðslimur