Fýra føroyingalið vóru í leiki í bestu donsku hondbóltsdeildini hjá kvinnum í kvøld.
Jana Mittún avrikaði sera væl í útidystinum hjá Viborg móti verandi meistarunum, Team Esbjerg. Tað eydnaðist Janu at skjóta sjey mál og at leggja upp til fýra mál. Sambært hagtølunum var Jana effektivasti leikarin á vøllinum.
Tað var tó Esbjerg sum vann dystin 39-32. Í steðginum var heimaliðið á odda 20-11.
Viborg er nummar seks í deildini við 16 stigum fyri 13 dystir.
Pernille Brandenborg og liðfelagarnir í Keypmannahavn taptu á útivølli 30-35 fyri Nykøbing Falster. Í steðginum var tað tó Keypmannahavn, ið var frammanfyri 17-16. Í seinna hálvleiki var heimaliðið greitt omaná.
Pernille skoraði trý mál og vann liðnum eitt brotskast.
Keypmannahavn er nummar fýra í deildini við 18 stigum fyri 13 dystir.
Maria P. Nólsoy og liðfelagarnir í Horsens taptu á heimavølli 22-27 fyri Aarhus. Í fyrra hálvleiki var Horsens omaná, og í steðginum var heimaliðið á odda 13-12. Í seinna hálvleiki dróg Aarhus frá heimaliðnum.
Maria hevði ein málmøguleika, og hon setti hann í netið. Maria legði eisini upp til eitt mál og vann liðnum eitt brotskast.
Horsens er nummar 11 í deildini við seks stigum fyri 13 dystir.
Liðið hjá Anniku Fríðheim Petersen og Lív S. Poulsen, EH Aalborg var fyri stórtapi á heimavølli, har Ikast-Herning var á vitjan.
Ikast-Herning vann dystin 40-29. Útiliðið var á odda 20-15 í steðginum.
Annika bjargaði 17 prosent av málroyndunum ta tíðina hon vardi málið, og kappingarneytin hjá henni, Johanne Graugaard bjargaði 19 prosent av málroyndunum, tá hon vardi málið hjá EH Aalborg.
EH Aalborg er nummar 12 í deildini við seks stigum fyri 13 dystir.
Í morgin klokkan 17.30 taka Súna K. Hansen og liðfelagarnir í Skanderborg á heimavølli móti Silkeborg-Voel.