Japan: Vónbrotin av Danmark eftir at Watson er leyslatin

Paul Watson varð í gjár leyslatin í Grønlandi, hóast Japan vil hava hann útflýggjaðan. Harmiligt, sigur Japan.

Paul Watson, sum hevur verið varðhaldsfongslaður í Grønlandi síðani juli, varð týsdagin leyslatin. - Mynd: Alataq Møller/Arktisk Kreativ/Ritzau Scanpix

Japan hevur gjørt donsku stjórnini greitt, at leyslatingin av umhvørvisaktivistinum Paul Watson í gjár hevur elvt til vónbrot millum japanarar.

Tað segði talsmaðurin hjá stjórnini, Yoshimasa Hayashi, í gjárkvøldið okkara tíð, sambært tíðindastovuni AFP.

- Tað er harmiligt, at danska stjórnin ikki hevur tikið undir við áheitanini frá Japan um at fáa hann útflýggjaðan. Tað hevur stjórnin eisini sagt við danska starvsfelagan, sigur talsmaðurin.

Paul Watson varð leyslatin gjáramorgunin í Grønlandi, har hann hevði verið varðhaldsfongslaður síðani 21. juli.

Japan hevði biðið um at fá hann útflýggjaðan, men í gjár boðaði danska løgmálaráðið frá, at tað ikki hevði funnið grundarlag fyri at játta áheitanina.

Japan hevur ynskt hann útflýggjaðan og ákærdan fyri eina hending í Antarktis í 2010.

Her hjálpti Watson sambært japansku myndugleikunum til at skaða eitt hvalaveiðuskip og forðaði eisini japanskum hvalaveiðumonnum í at gera sítt arbeiði.

Politiska leiðslan í Japan hevur í stóran mun hildið seg frá at gera viðmerkingar til málið síðani handtøkuna í juli.

Men uttanríkisráðharrin í Japan, Takeshi Iwaya, segði í oktober, at Japan metir málið snúgva seg um "sjólógarverju heldur enn eitt hvalamál."

Paul Watson segði týsdagin við TV 2 News, at hann er lættur um at vera leyslatin.

- Um eg varð sendur til Japan, so var eg ongantíð komin heimaftur. Tað eri eg rættiliga vísur í, segði Paul Watson í samrøðuni við TV 2 News.

Meðan Paul Watson hevur verið fongslaður hava stuðlar hansara sagt sína hugsan um, hvussu Watson kann verða viðfarin í japansku rættarskipanini.

Men danski løgmálaráðharrin, Peter Hummelgaard, segði í gjár, at avgerðin um at lata aktivistin leysan ikki varð tikin orsakað av stúran fyri júst hesum málinum.

- Eg vil tó gera tað heilt greitt, at hendan avgerðin ikki endurspeglar, at vit, frá Danmarkar síðu, hava tey sjónarmið, sum hava verið frammi í ávísum høpi viðvíkjandi japansku rættarskipanini og mannarættindaverjuni í Japan í mun til hetta málið , sigur Peter Hummelgaard í tíðindaskrivi.

Føroyingar kenna Paul Watson frá mongu vitjanunum her við felagsskapinum Sea Shepherd. Paul Watson hevur fleiri ferðir verið skipum sjálvur, men ongantíð verið í landi í Føroyum. Fyrstu ferð hann vitjaði í Føroyum var í august mánaði í 1985. Flestu munnu minnast hendingina í juni 1986, tá nakrir mans frá Sea Shepherd vórðu handtiknir í tveimum gummibátum við Bursatanga í Havn, tá løgreglumaðurin Bergleif Brimvík leyp niður í bátin fyri at steðga monnunum, sum vórðu handtiknir.

Paul Watson varð handtikin 21. juli eftir at hann var komin til Nuuk við skipinum MV "John Paul DeJoria" sum partur av eini manningi uppá 26.

Teir vóru á veg til Norðurkyrrahavið á aðrari hvalaveiðiferð.

 

/Ritzau/

 

Paul Watson, sum hevur verið varðhaldsfongslaður í Grønlandi síðani juli, varð týsdagin leyslatin. - Mynd: Alataq Møller/Arktisk Kreativ/Ritzau Scanpix