Javnaðarflokkurin vil yvirtaka loftrúmið

Øll vita, at politikkur kann vera stuttligur. Men viðhvørt kann tað gerast í so stuttligt. Eitt dømi er eitt lesarabræv hjá Jørgeni Niclasen í dag.


Í lesarabrævinum sigur Jørgen Niclasen, at hann vil á fólkating at yvirtaka loftrúmið. Jørgen skrivar soleiðis:


“Nú skulu vit yvirtaka loftrúmið. Í mun til verandi fólkatingsumboð, vil eitt fólkafloksumboð gera alt fyri, at hetta verður møguligt. Í Fólkaflokkinum eru vit hvørki yvirtøkuviðkvom ella ørindadreingir hjá Mette Fredriksen. Her má vend koma í.”


Hetta er ov stuttligt, tí Fólkaflokkurin hevur fleiri ferðir seinastu tíðina atkvøtt ímóti í løgtinginum, at vit skulu yvirtaka loftrúmið.


Hetta valskeiðið hevur Tjóðveldi tvær ferðir lagt fram uppskot um at yvirtaka loftrúmið. Javnaðarflokkurin og Framsókn hava báðar ferðirnar - saman við Tjóðveldi - atkvøtt fyri uppskotinum, men tíverri hevur samgongan báðar ferðir felt uppskotið.


So seint sum í apríl í ár atkvøddi Fólkaflokkurin og Jørgen Niclasen ímóti einum uppskoti at yvirtaka loftrúmið. Tað stendur jú beint her: 

 

 

 

https://www.logting.fo/mal/atkvodugreidsla/?id=7477


Meira ógreitt verður tað ikki. Ja á fólkatingi, men nei á løgtingi.


Støðan hjá Javnaðarflokkinum er, at vit vilja yvirtaka loftrúmið.


Tí hava vit atkvøtt fyri at yvirtaka loftrúmið. Og okkara fólkatingsumboð er sjálvandi partur av teimum ætlanunum.


Vit siga ja á løgtingi og ja á fólkatingi. Men fortreytin fyri at taka málið upp á fólkatingi má sjálvandi vera, at ein meiriluti er í løgtinginum.


Tað hevur tíverri ikki verið so, m.a. tí Jørgen og Fólkaflokkurin hava verið ímóti. Tá verður trupult at yvirtaka nakað loftrúm á fólkatingi.


Min áheitan á Jørgen og Fólkaflokkin er tí at taka undir við málinum í løgtinginum. Gera tit tað, so skal eg vissa Jørgen um, at okkara partur á fólkatingi ikki skal liggja eftir.


Aksel V. Johannesen