Kaj Leo Holm Johannesen seksti

Í dag verður Kaj Leo Holm Johannesen, løgtingsmaður 60 ár. Hann hevur verið løgtingsmaður í 22 ár, løgmaður í 7 ár og landsstýrismaður í 3 ár

Hann gjørdist 12. løgmaður Føroya, tá nýggj samgonga varð skipað 26. september í 2008, eftir at Jóannes Eidesgaard, løgmaður, koyrdi Tjóðveldi og Miðflokkin úr samgonguni, sum varð skipað í februar sama ár.

 

Kaj Leo Holm Johannesen er valdur 7 ferðir á Løgting. Longu eftir at hava sitið á tingi í tvey ár vóru boð eftir honum sum formanni í flokkinum, tá Lisbeth L. Petersen legði frá sær.

 

Í 2004 var Sambandsflokkurin við í ABC samgonguni, sum var stjórnað av Jóannesi Eidesgaard, løgmanni. Eftir valið í 2008 varð samgonga skipað millum Javnaðarflokkurin, Tjóveldi og Miðflokkinum. Men tann samgongan helt bara í átta mánaðir, so varð gamla ABC samgongan endurskipað – men hesaferð við Kaj Leo Holm Johannesen sum løgmanni.

 

Valskeiðið var eitt sindur baldrut, og á vári í 2011 fór Fólkaflokkurin úr samgonguni. Sambandsflokkurin og Javanaðarflokkurin hildu fram í samgonu og høvdu avtalu við Tjóðveldi um ávís mál.

 

Men eftir valið í 2011 skipaðu Sambandsflokkurin og Fólkaflokkurin samgongu saman við Miðflokkinum og Sjálvstýrisflokkinum.

 

Kaj Leo Holm Johannesen er sonur Leo Hans Johannesen, sum doyði í druknivanlukku í Mykinesi í oktober í 1991. Teir høvdu flutt seyð av fjallgongu á Borgardali, tá vanlukkan hendi. Mamman er Karin Holm Johannesen. Tey eru bæði ættað úr Mykinesi.

 

Í uppvøkstrinum búði familjan bæði í vestur- og eysturbýnum í Havn. Fyrstu 12 árini búði Kaj Leo í Brøttulíð og gekk á Venjingarskúlanum, og síðani tey næstu 14 í Tjarnarlág.

 

Kaj Leo er einsamallur beiggi við fýra systrum: Liss, Marin, Jákubina og Oddvør.

 

Hann er giftur við Jórun fødd Bærentsen, dóttir Jonnu og Ebba Bærentsen. Tey eiga synirnar Heina, Jákup og Jónas.

 

Eftir loknan sjeyndaflokk á Venjingarskúlanum fór Kaj Leo Holm Johannesen til skips, 14 ára gamal. Í 1986 tók hann prógv sum skipsførari á Føroya Sjómansskúla. Hann hevur bæði verið við fiski- og farmaskipi, umframt starvast sum bilsølumaður.

 

Í 1989 kom hann í starv hjá Føroya Fiskasølu og frá 1995 til 1997 starvaðist hann á Kósini. Frá 1997 og til hann tók við sum løgmaður 26. september í 2008 var hann sjálvstøðugur vinnurekandi.

 

Kaj Leo Holm Johannesen er fyrrverandi landsliðsleikari í fótbólti. Hann spældi fýra dystir fyri Føroyar í tíðarskeiðnum 1991-92 og so var hann eykamálmaður fyri føroyska A-landsliðið meir enn 20 ferðir í árunum 1988-1994.

 

Kaj Leo Holm Johannesen er ein av mest leikandi HB leikarunum. Hann vann føroyameistaraheitið tríggjar ferðir við HB, tað var árini 1988, 1990 og 1998. Bæði á landsliðnum og á HB liðnum spældi Kaj Leo sum málmaður. Hann hevur eisini spælt hondbólt við Kyndli. Hann leikti 163 dystir og skoraði 625 mál.

 

Kaj Leo Holm Johannesen var formaður Sambandsfloksins frá 2004 til eftir løgtingsvalið í 2015, tá hann legði frá sær og Bárður á Steig Nielsen tók við leiðsluni í Sambandsflokkinum.

 

Eftir løgtingsvalið í 2019 skipaði Sambandsflokkurin nýtt landsstýrið við Bárði á Steig Nielsen sum løgmanni, og tá hevði hann boð eftir Kaj Leo Holm Johannesen til starvið sum heilsumálaráðharri, sum hann røkti, til Bárður á Steig Nielsen skrivaði út val at verða 8. desember í 2022.

 

Kaj Leo Holm Johannesen varð afturvaldur á valinum í 2022. Í samrøðu við Sosialin í síðstu viku segði Kaj Leo Holm Johannesen, hann ikki stillar uppaftur á næsta løgtingsvalið, og at hann tá gevst í politikki:

 

– Eg havi trivist óalmindiliga væl í poltikki. Men einaferð verður man jú mettur. So eg fari ikki at stilla upp aftur í politikki. Tað fari eg ikki, sigur hann.

 

Kaj Leo Holm Johannesen hevur verið darvaður av sjúku seinastu árini og er røslutarnaður.

 

– Við teimum avbjóðingum, eg havi, so er tað minni hugaligt at vera í politikki.

 

– Men ikki bara tað. Tí tá tú hevur verið í politikki í 25 ár, so er spurningurin eisini, um tað ikki er nokk. Tað er best at lata yngri kreftir sleppa framat, segði føðingardagsbarnið í samrøðuni við Sosialin í síðstu viku.

 

Spurdur um hann hevði nøkur ráð til yngri politikarar svarar hann soleiðis í samrøðun í Sosialinum:

 

– Ja, koyr full speed ahead. Halt avtalur og ver erligur um øll ting. Ver rættvísur og spæl fair play. Akkurát sum í ítróttinum. Og um man er egnaður, jamen so kemur man kanska upp á toppin.

 

Fakta um Kaj Leo í politikki:

 

1996: Valdur í Tórshavnar býráð

 

1996: Fyrstu ferð sæti á Løgtingi sum varamaður

 

2002: Valdur á ting fyri Sambandsflokkin

 

2004: Valdur á ting fyri Sambandsflokkin

 

2004: Valdur til formann í Sambandsflokkinum

 

2008: Valdur á ting fyri Sambandsflokkin

 

2008: Løgmaður í samgongu millum Sambandsflokkin, Fólkaflokkin og Javnaðarflokkin

 

2011: Løgmaður á øðrum sinni í samgongu millum Sambandsflokkin, Fólkaflokkin, Miðflokkin og Sjálvstýri

 

2015: Valdur á ting fyri Sambandsflokkin

 

2019: Valdur á ting fyri Sambandsflokkin

 

2019: Landsstýrismaður í heilsumálum

 

2022: Valdur á ting fyri Sambandsflokkin