Kaj Leo í Bartalsstovu og liðfelagarnir í Njarðvík eru framvegis fremst í næstbestu íslendsku fótbóltsdeildini.
Kaj Leo var á vøllinum í 89 minuttir, tá Njarðvík á útivølli vann 3-2 á Gróttu. Øll málini vóru skotin í seinna hálvleiki.
Grótta-Njarðvík 2-3 (0-0)
0-1 Kenneth Hogg ('51 )
1-1 Arnar Daníel Aðalsteinsson ('53 )
1-2 Dominik Radic ('55 )
1-3 Dominik Radic ('72 )
2-3 sjálvmál (´90 )
Njarðvík er fremst í deildini við 19 stigum fyri átta dystir. Næstfremst er Fjölnir við 17 stigum fyri sjey dystir.
Komandi mikukvøld klokkan 20.15 spælir Njarðvík dyst á útivølli móti Keflavík.