Hann segði, at Danmark er við til at elva til eina "eskalering av ósemjuni" millum Ukraina og Russland, tá landið veitir hernaðarligan stuðul til Ukraina.
Tað noyðir Russland at "gera hóskandi tiltøk fyri at tryggja tjóðartrygdina í landinum, eisini av hernaðarligum og tøkniligum slag".
Hetta hevur verið ávaringin frá Russlandi fleiri ferðir, sigur Lavrov við statsliga russiska miðlabólkin Rossiya Segodnya.
– Eg síggi hetta sum ein liður í einum sera vælskipaðum propagandaátaki móti vesturlondum, sum lukkutíð stuðla stríðnum hjá Ukraina fyri sjálvstýri, segði Troels Lund Poulsen.
/Ritzau/