Mistonkti gerningsmaðurin í New Orleans er deyður

Fleiri fólk doyðu í morgun, tá ein bilur koyrdi á eina mannamúgvu. Tann, sum er undir illgruna fyri illgerðina, er deyður.

FBI hevur váttað, at gerningsmaðurin sum koyrdi inn í eina mannamúgvu í New Orleans er deyður. - Mynd: Matthew Hinton/Ritzau Scanpix

Tann, sum er undir illgruna fyri við vilja at hava koyrt á fólk í amerikanska býnum New Orleans, er deyður.

Tað upplýsir amerikanska samveldisløgreglan, FBI, í einum tíðindaskrivi, skrivar CBS News.

Ein maður koyrdi ein pick-up eftir søguligu Bourbon Street "við sera høgari ferð."

Tað boðar løgreglustjórin í New Orleans, Anne Kirkpatrick, frá á einum tíðindafundi.

Eisini ljóðaði, at maðurin skeyt eftir løgreglumonnum og rakti tveir, sum báðir eru í stabilari støðu.

Í minsta lagi tíggju fólk eru staðfest deyð higartil. Í minsta lagi 35 onnur eru særd, skrivar ABC News.

Bilførarin á bilinum doyði eftir skotbardaga við løgregluna, upplýsir FBI. Ein ónevndur løgreglumaður hevur áður sagt við NBC News, at gerningsmaðurin helst var deyður.

Nú hevur FBI váttað tað.

 

##med2##

- Í morgun koyrdi ein persónur ein bil inn í eina mannamúgvu á Bourbon Street í New Orleans, har fleiri fólk doyðu og fleiri tíggjutals vórðu særd, sigur FBI í eini fráboðan.

Samveldisløgreglan leggur afturat, at hon arbeiðir saman við "okkara samstarvsfeløgum at kanna hetta sum yvirgangsgerð".

Amerikanski forsetin, Joe Biden, hevur fingið at vita um deyðiligu vanlukkuna í New Orleans í morgun. Tað siga Hvítu Húsini sambært ABC News, og leggja afturat, at forsetaskrivstovan hevur verið í sambandi við borgarstjóran í New Orleans, LaToya Cantrell, fyri at bjóða sín stuðul.

Løgreglustjórin Anne Kirkpatrick hevur sagt, at talan var um eina tilætlaða gerð, og at gerningsmaðurin royndi at "renna á so nógv fólk sum hann kundi".

 

/Ritzau/

 

FBI hevur váttað, at gerningsmaðurin sum koyrdi inn í eina mannamúgvu í New Orleans er deyður. - Mynd: Matthew Hinton/Ritzau Scanpix

Fleiri fólk í amerikanska býnum New Orleans doyðu, tá ein maður koyrdi inn í eina mannamúgvu. - Mynd: Matthew Hinton/Ritzau Scanpix