Kári Svensson í Gallarí Havnará

Fríggjadagin 9. mai kl. 16.00 letur framsýning upp við Kára Svensson upp í Gallarí Havnará.

Hetta er ikki fyrstu ferð, at listin hjá roynda listamanninum Kára hevur prýtt gallarí veggirnar við Havnará. Men hansara hugtakandi málningar eru støðugt viðkomandi.

Kári Svensson telist millum okkara kendastu akryl málarar, men hevur í nýggjari tíð arbeitt við at blanda tøkni og arbeiðshættir. Hann hevur í ein mansaldur sýnt fram bæði úti og heima.