KÍ skal til Luksemborg

Champions League: KÍ skal spæla móti FC Differdange úr Luksemborg

Lutakastið til 1. undanumfar í Champions League kappingini hevur verið í dag. KÍ skal spæla móti FC Differdange úr Luksemborg. Árni Frederiksberg heldur, at talan er um eitt spennandi lutakast móti einum liði, ið hann hevur spælt móti fyrr.

 

- Nú havi eg faktiskt spælt móti Differdange 03 í 2012 við NSÍ - so tað verður stuttligt at møta teimum aftur. Hóast eg, tá við einum serligum NSÍ liði, tapti greitt yvir tveir dystir, trúgvi eg uppá, at umstøðurnar hesa ferð eru heilt øðrvísi, og ætla vit okkum heilt klárt at koma víðari, sigur Árni Frederiksberg við Facebook síðuna hjá KÍ.

 

NSÍ tapti báðar dystirnar 3-0. KÍ spæla á heimvølli 9. ella 10. juli, meðan dysturin í Luksemborg verður 16. ella 17. juli.