Kirkjugongdin fer at nærkast tí vanliga aftur

Fólkakirkjan boðar í dag frá, at eftir skerdar umstøður í drúgva tíð, verður nú varisliga farið aftur til kendar mannagongdir í kirkjunum.

Heimasíðan hjá Fólkakirkjuni, www.folkakirkjan.fo skrivar soleiðis í dag:

 

- Vit hava lært at handfara støðurnar, so vit velja ikki at skriva í smálutir. Um ivamál taka seg upp, eru tit vælkomin at tosa við dómpróstin ella biskupin í nevndu raðfylgju.

Framhaldandi verður mælt til:

  • at reinføri er gott, t.d. nýtsla av spritti og pappíri til hendurnar.
  • at vit sita í hóskandi frástøðu – 1 metur. Tó, fólk úr sama húsi kunnu sita saman. Hetta er galdandi til gudstænastur, jarðarferðir, brúðarvígslur og konsertir.
  • at sitið verður á øðrum hvørjum beinki í skipinum.

Sóknarpresturin hevur ábyrgd av:

  • at minna fólkið um frástøðuna á veg inn í kirkjuna, í kirkjuni og tá ið farið verður úr kirkjuni.
  • at kór og sangarar hava 1 metur ímillum sín.
  • at altargangurin fer fram undir serligari og tryggari skipan, ið presturin er kendur við.
  • at dópur kann vera undir gudstænastuni. Mint verður á, at hámarkið í kirkjuni verður hildið. Um fleiri børn verða borin til dópin undir somu gudstænastu, er neyðugt, at frástøðan á 1 metur er ímillum dópsfylgini.
  • sóknarpresturin hevur evstu ábyrgd av tí, sum fer fram í kirkjuni við atliti at gudstænastu, dópi, vígslu og jarðarferð.

Mett verður ráðiligt:

  • at kirkjukaffi, ervi og hugnaløtur kunnu verða í kirkjukjallarum og kirkjuhúsum. Tilmælini um frástøðu, reinføri og tal av fólki skulu haldast.
  • at konsertir kunnu verða í kirkjunum. Tilmælini um frástøðu, reinføri og tal av fólki skulu haldast. Harafturat skulu tríggir teir fremstu beinkirnir standa tómir.
  • at sálmabókin verður nýtt til gudstænasturnar (hámessuna) sunnudag.
  • at kirkjan er opin fyri ferðandi eftir skipaðum viðurskiftum, ið kirkjuráðið á staðnum ásetur.
  • at vøggusálmasangur kann vera í kirkjuni sambært galdandi tilmælum, t.d. reinføri. Frástøðan skal vera 1 metur ímillum tey luttakandi, meðan sungið verður.
  • at skrúðugudstænastur, annað barnavinarligt virksemi og fyrilestrar kunnu vera í kirkjuni.
  • at hugnaløtur fyri eldri kunnu vera í kirkjuni.
  • at talvan kann ganga.

Hámarkið er hækkað
Hámarkið fyri at savnast á einum staði innandura ella uttandura er nú ásett til í mesta lagi 500 fólk.
Treytað av at kirkjurúmið verður skipað í bólkar (sektiónir), er møguleikin hjá teimum størstu kirkjunum at rúma fleiri enn 200 fólk, sum hevur verið evsta mark eina tíð.
Kirkjurnar verða skipaðar í 3 bólkar alt eftir stødd:

Bólkur 1 – tær smáu kirkjurnar

  • Hámarkið í teimum smærri kirkjunum til gudstænastu, jarðarferð, brúðarvígslu og konsertir er í mesta lagi er 60.

Bólkur 2 – tær størru kirkjurnar

  • Hámarkið í teimum størru kirkjunum er til gudstænastu, jarðarferð, brúðarvígslu og konsertir í mesta lagi er 200.

Bólkur 3 – tær størstu kirkjurnar

  • Hámarkið í teimum størstu kirkjunum til gudstænastu, jarðarferð, brúðarvígslu og konsertir kann nú – treytað av skipaðum viðurskiftum – vera hægri enn 200 alt eftir støddini á kirkjuni. Hesar kirkjurnar eru:
    • Vágs kirkja og Tvøroyrar kirkja.
    • Vesturkirkjan, Havnar kirkja og Hoyvíkar kirkja.
    • Fríðrikskirkjan, Glyvra kirkja, Gøtu kirkja og Fuglafjarðar kirkja.
    • Christianskirkjan.

Gudstænastur uttandura
Gudstænastur uttandura kunnu vera. Gudstænastan og átøk í kirkjunum er málsøkið hjá sóknarprestinum saman við kirkjuráðnum.
Nú várið er komið og summarið er í hondum verður nevnt sum eitt hugskot, at vit umhugsa gudstænastur uttandura, har vit kunnu savna upp til 500 fólk á sama staði / sektión.
Ein serlig skipan verður gjørd til gudstænasturnar, ið verða hildnar á einum fótbóltsvølli.