Klæmint var aftur í gamla lagnum

Teir tríggir fremstu hjá NSÍ vísti ímóti EB/Streymi, hvussu ógvuliga vandamiklir teir eru

Tað endaði við trivaligum 4-0 heimasigri, tá ið NSÍ seinnapartin hevði vitjan av EB/Streymi. Hálvleiksstøðan var 1-0, og tað var í tíðini, sum dómarin legði aftrat fyrra hálvleiki, at NSÍ setti hol á.

 

Fram ímóti steðginum var NSÍ fleiri ferðir í góðum støðum, og tað var Klæmint A. Olsen, sum skoraði fyrsta málið, eftir at Jóannes Davidsen í EB/Streyma málinum í fyrstu atløgu hálvbjargaði.

 

Steffan A. Løkin, Klæmint A. Olsen og Petur Knudsen manna eitt tað stinnasta álopið í bestu deildini. Í dag áttu teir tríggir avgerandi leiklut í 4-0 NSÍ sigrinum. Fimm minuttir steðgin var tað Petur Knudsen, sum økti um leiðsluna til 2-0 eftir skjótt álop og fína sending úr høgru frá Betuel Hansen.

 

EB/Streymur var væl við í eina langa løtu, men síðstu tíggju minuttirnar skoraði NSÍ tvey mál aftrat. Fyrst var tað Steffan A. Løkin, sum fyri púra blonkum máli setti bóltin í málið eftir at Petur Knudsen sera ósjálvsøkið trillaði bóltin fyri føturnar á honum, og í tíðini, sum dómarin legði aftrat var tað Klæmint A. Olsen, sum staðfesti 4-0 sigurin eftir sending frá Steffan A. Løkin.

 

Hetta var fyrsta ferðin í ár, at Klæmint A. Olsen var tvímálaskjútti. Hann hevur tilsaman skorað fimm mál. Petur Knudsen er NSÍ toppskjútti við níggju málum, og Steffan A. Løkin hevur nú skorað fimm mál. Teir tríggir hava harvið skorað 17 av 31 NSÍ málum í 14 teimum fyrstu umførunum í landskappingini.