Kendi guitarleikarin úr bólkinum Queen, Brian May, er hart raktur av koronusmittuni.
Koronutølini í londunum kring okkum vaksa skjótt, og omikron-frábrigdið ger um seg. Í Onglandi merkist hetta eisini, og á Instagram greiðir Brian May úr bólkinum Queen frá, at hann er hart raktur av koronusmittu.
- Hetta hava verið ræðuligir dagar, men eg eri ok, og livi til at siga søguna, skrivar Brian May um støðu sína.
Hann heitir á fólk um at ansa sær, nú smittan av álvara ger um seg.
Brian May, sum nú sjálvur hevur smittuna, hevur áður verið frammi við, at smittan eigur at fáa fólk at gevast at eta kjøt. Hann er veganari, og hevur víst á kjøtmarknaðin, har smittan byrjaði í Wuhan í Kina.