Hetta gevur mær góðar vónir um at vit -enn einaferð- hava klárað at bast koronu. Tað sigur Pál Weihe, yvirlækni og ráðgevari í koronu.
Eftir at vit hava verið smittufrí í nakrar mánaðir, fór korona av álvara at gera um seg eftir ólavsøku og onkran dagin vórðu heili 38 fólk funnin við smittuni.
Øll, sum vórðu smittað, vórðu sett í sóttarhald, og somuleiðis øll, tey høvdu havt sambandi við. Tað merkti, at eitt skifti sótu eini 1.200 fólk í sóttarhaldi kring landið.
Og tað tykist at hava hjálpt, tí síðani er talið á teimum, sum eru funnin við smittu, minkað so líðandi og hesar seinastu tveir dagarnar er eingin smittutilburður funnin.
Hetta kveikir eina vón um, at tað aftur hevur eydnast at basa smittuni, sigur Pál Weihe. Hann sigur, at hetta gevur okkum vón um, at vit aftur nú eru í somu støðu, sum vit vóru í fyri ólavsøku, tá ið korona tá ið tað aftur var rættiligt herðindi av koronu.
– Tann dagin, vit høvdu heilar 38 tilburðir um ein dag, sá tað svart út, men nú er vón fyri framman, sigur hann
Hann heldur, at tað, sum nú ræður, er at forða fyri, at smitta kemur til landið. Hann sigur, at tað slepst rætt og slætt ikki undan, at smittan fer at koma aftur til Føroya við fólki, sum koma uttan eftir við smittuni til Føroya. Og hann sigur, at okkara næsta stig má so vera at forða fyri, at tann smittan ikki sleppur at breiða seg.
Øll, sum koma til Føroya, verða kannað, áðrenn tey fáa frítt at fara. Men Pál Weihe sigur, at nú má endamálið vera at fáa tey at kanna seg aftur, seks dagar eftir at tey eru komin higar.
– Vit eiga at gera alt fyri at eggja teimum til at lata seg kanna eina ferð afturat, sætta dagin, tey eru her, sigur hann.
Hann sigur, at hesa lítlu vikuna eiga tey at vera í sóttarhaldi. Kanska ikki í fullum sóttarhaldi, men í einum avmarkaðum sóttarhaldi, har tey ikki skulu sita fullkomiliga avbyrgd, men har tey kunnu ferðast uttandura - men við varsemi. Tað merkir eisini, at tey kunnu fara til arbeiðis, men har tey halda frástøðu. Men tey skulu kortini halda seg burtur frá venjingrmiøstøðum, og øðrum støðum, har nógv fólk savnast.
Men er talan um starvsfólk á ellis- og røktarheimum, ella í heilsuverkinum og á stovnum undir Almannaverkinum, eru kortini serligar reglur galdandi.
– Vit kunnu ikki áleggja teimum at lata seg kanna aftur, men vit eiga at heita staðiliga á tey um at gera føroyska samfelagnum ta stóru tænastu, at tey lata seg kanna tvær ferðir.
– Tað haldi eg ikki vera nakað stórt offur fyri at bjarga samfelagnum undan at smittan fer at breiða seg aftur, sigur Pál Weihe.