Korona: Fáa fíggjarliga hjálp aftur fyri at lukka

Landsstýrið fer at leggja uppskot fyri Løgtingið um at hjálpa ávísum vinnum

Fáa hjálp úr landskassanum fyri at lukka

 

Landsstýrið fer at leggja uppskot fyri Løgtingið um at hjálpa ávísum vinnum

 

 

 

Korona gongur sum ongantíð áður og tí hevur landsstýrið nú sett nýggj tilmælið í gildið í eini roynd at basa smittuni.

 

Eitt av hesum tilmælum er, at skeinkistøð og matstovur skulu lata aftur klokkan 23 um kvøldið fyri at forða fyri at smittan skal breiða seg.

 

Og tá ið tey hava opið, kunnu tey í mesta lagi hava 100 fólk inni – við koronupassi. Hava tey ikki koronupass, kunnu í mesta lagi 20 fólk vera inni.

 

Jólamánaður er veitslumánaður burtur av og Bárður á Steig Nielsen, løgmaður sigur, at hann er fullgreiður yvir, hvussu stórur smeitur hetta er fyr tey, sum hava matstovur og skeinkistøð.

 

Men tey vera ikki við sviðusoð, tí løgmaður sigur, at landsstýrið fer, sum skjótast at leggja uppskot fyri Løgtingið um fíggjarligt endurgjald fyri inntøkuna, tey missa av nýggju tilmælunum.