Korona: Fáa meiri burturúr í Føroyum enn aðrastaðni

Í Føroyum duga heilsustarvsfólk betri at koppseta fyri koronu enn tey duga í øðrum londum

Í Føroyum duga heilsustarvsfólk betri at fáa nyttu burtur úr koppingarevninum fyri koronu, enn tey gera í øðrum londum. Í øllum førum fáa tey, sum standa fyri koppsetingini í Føroyum meiri burtur úr enn aðrastaðni.

 

Eftir metingunum hjá EMA, sum er heilivágmyndugleikin í Evropa, verður mett, at tað ber til at fáa seks skamtir burtur úr hvørjum glasi av pfizer koppingarevni, sum eisini er tað koppingarevnið, vit brúka.

 

Eisini heilsustýrið í Danmark hevur roknað seg fram til, at tað eru seks skamtir í hvørjum glasi. Í fyrstuni varð enntá mett, at tað vóru bara fimm skamtir í hvørjum hettuglasi og tað var eisini tað, framleiðarin hevði boðað frá.

 

Men tá ið sproyta nummar 40.484 varð givin í Føroyum, er úrslitið, at vit hava fingið 6,92 skamtar úr hvørjum glasi, ella gott 15 prosent meira koppingarevni, enn mett er. samstundis hava tað eisini verið ógvuliga fá óhapp, har gløs við koppingarevnum eru brotnað. Tað merkir, at vit fáa, at kalla hvørja ferð, sjey skamtar úr hvørjum glasi av koppingarevni.

 

Tilsamans svarar tað til, at Sjúkrahúsverkið í Føroyum hevur givið 5.000 sproytur fleiri, enn væntandi var við teimum nøgdum av koppingarevni vit hava fingið.

 

Sjúkrahúsverkið sigur, at tað hevur alla tíðina verið eitt miðvíst endamál, at einki koppingarevni skuldi fara fyri skeytið. Í einari tíð, har allur heimurin hevur tørv á koppingarevni, og nøgdirnar ikki standa mát við eftirspurninginum, er avgerandi, at vit fáa sum mest burtur úr koppingarevninum, vit hava, sigur Sjúkrahúsverkið. Og úrslitið er eisini, at tað er at kalla ikki ein einasti skamtur, sum er farin fyri skeyti, er niðurstøðan í nýggju frágreiðingina hjá sjúkrahúsverkinum um koppsetingina í Føroyum.