Skeinkistøð og dansistøð, sum fylgdu koronu-tilmælunum frá landsstýrinum um at lata aftur klokkan 23 um kvøldið, fáa nú fíggjarliga hjálp úr landsstýrinum. Tá ið tilmælini vórðu sett í verk nakað fyri jól, lovaði løgmaður teimum fíggjarligan stuðul fyri missin og nú verður uppskot um hetta lagt fyri Løgtingið.
Hinvegin fevnir uppskotið ikki um matstovur og kaffistovur, har endamálið er at borðreiða við bæði matvørum og drykkivørum, eisini rúsdrekka. Uppskotið fevnir heldur ikki um gistingarhús. ella um barrir á gistingarhúsum.
Í hesum sambandi fáa skeinkistøðini og dansistøðini fult endurgjald allar tær føstu útreiðslurnar, tær hava havt teir dagar, tær lótu aftur klokkan 23 – eisini hóast tær hava havt ávísar inntøkur áðrenn klokkan 23. Fastar útreiðslur fevna um leigu, el, hita, tryggingar, fjarskiftisútreiðslur, avskrivingar og grannskoðarauppgerð. Fastar útreiðslur fevna somuleiðis um lønarútreiðslur, sum fyritøkan hevur goldið í tíðarskeiðinum.
Tó kann stuðul til lønarútreiðslur í mesta lagi vera 27.000 krónur um mánaðin fyri hvørt starvsfólk, sum arbeiðir í minsta lagi 40 tímar um vikuna.
– Ætlanin er at gera skipanina lætta at umsita, so og tí verður ikki neyðugt at prógva, hvussu stórar inntøkur tey hava mist. Kunnu tey skjalfesta, at tey hava latið aftur klokkan 23, er tað nokk til at fáa stuðul.
Enn er óvist, hvussu leingi stulul verður latin, tí enn er óvist, hvussu leingi hetta stendur við, men tað fer landsstýrismaðurin at avgera.