Korona fær tey nú at seta strong tiltøk í verk

Á Landssjúkrahúsinum hava 25 starvsfólk fingið korona. Summi av teimum hava nýggja omikron variantin og tað ávirkar alt Landssjúkrahúsið

Støðan í sambandi við koronu er nú so hættislig, at Landssjúkrahúsið setir strong tiltøk í verk fyri at forða fyri smittuspjaðing. Landssjúkrahúsið sigur, at 25 starvsfólk hava fingið koronu, og nøkur av teimum hava eisini tiltikna omikron variantin, sum smittar nógv verri enn delta varianturin, sum vit eru von við.

 

Í gjár vórðu tvær seingjarstovur á skurðdeildini lagdar saman, og allar skurðviðgerðir, ið kunnu bíða, vórðu útsettar. Men tað er neyðugt við fleiri tiltøkum fyri at tálma smittuspjaðingini.  Tí er gjørt av, at G4-deildin letur aftur fyri nýggjum sjúklingum alt fyri eitt– uttan har tað er bráðneyðugt. Tað merkir, at sjúklingar vera lagdir á aðrar deildir á Landssjúkrahúsinum, umframt á Klaksvíkar Sjúkrahús og Suðuroyar sjúkrahús. 

 

Alt virksemið verður ávirkað hesa næstu vikuna fyri at avmarka talið á sjúklingum, sum koma á gátt á Landssjúkrahúsinum.

 

Millum tiltøkini eru hesi:

 

– Har tað ber til, verða ambulantar viðtalur skipaðar sum telefonviðtalur. Annars verða tær útsettar.

– Avvarðandi skulu ikki koma á deildirnar uttan so, at heilt serligar umstøður tala fyri tí. Tað kann vera, tá ið støðan hjá einum sjúklingi er heilt álvarsom. Men tá skal avtala gerast við sjúkrahúsið um vitjanina frammanundan.

– Eisini føðideildin letur aftur fyri vitjandi, men makin sleppur kortini við til føðing. – Barnakonur skulu koma einsamallar til ljósmóðirviðtalu og ultraljóð. 

– Røntgendeildin ger bara akuttar kanningar hesa vikuna

– Bara blóðroyndir, sum ikki kunnu bíða, skulu takast í Bláa ambulatoriinum

 

– Øll skulu brúka masku fyri nøs og munn 

Smittustøðan hevur eisini við sær, at starvsfólkini mugu vísa serligt varsemi hesa næstu tíðina. Tí er avgerð tikin um, at hesa næstu tíðina skulu øll starvsfólk vera í masku, tá ið tey eru saman við øðrum.

 

Og øll, sum koma á sjúkrahúsið, skulu vera í masku, og tey skulu eisini hava koronupass.

Sjúklingar, sum skulu til skurðviðgerð, skulu hava negativa kanning, sum ikki er eldri enn 72 tímar.

 

Nýggju tiltøkini koma í gildi beinanvegin, og eru fyribils galdandi í eina viku, sigur sjúkrahúsverkið.