Nú verður farið undir at koppseta ein aldursbólk afturat fyri koronu. Nú kunnu nevniliga øll yvir 65 ár eisini bíleggja tíð at verða koppsett.
Landssjúkrahúsið boðar nú frá, at mikudagin kemur meira koppingarevni til landið, tí tá koma yvir 5.000 skamtar av koppingarevni frá Pfizer/BioNTech við flogfarinum úr Keypmannahavn. Sostatt kunnu øll, sum eru 65 ár, og eldri, bíleggja sær tíð at verða koppsett, og tey fyrstu sleppa fram at longu mikudagin, men hildið verður fram við koppsetingini til koppingarevnið er uppi.
Landssjúkrahúsið heitir á fólk um ikki at møta ov tíðliga. Tey sifa, at tað hevur gingið væl at koppseta, hóast nógv fólk savnast, meðan opið er.
– Fólk tykjast glað og spent, og koma ofta í sera góðari tíð, fyri ikki at gerast ov sein, sigur Landssjúkrahúsið. Men tey siga, at tað hevur við sær, at tað onkra løtu eru fleiri fólk enn neyðugt á koppsetingarstaðnum.
Tí minna tey fólk á at møta til tíðina, men ikki meiri enn 10 minuttir áðrenn tey hava fingið tíð.
Annars varð eingin nýggjur smittutilburður staðfestur í gjár og sostatt er tað framvegis bara eitt fólk, sum hevur koronu í Føroyum. Í gjár vórðu 253 fólk kannað og tilsamans eru nú 249.019 kanningar gjørdar.
Higartil hava 662 fólk fingið staðfest smittuna í Føroyum og 660 fólk eru nú staðfest at vera frísk aftur. Eitt fólk er deytt við koronu í Føroyum.