Korona: Fara nú at koppseta børn niður í 12 ár

Landsstýrismaðurin sigur, at tað er alneyðugt fyri at bara koronu

Landsstýrismaðurin í heilsumálum hevur gjørt av, at nú kunnu eisini børn í aldursbólkinum frá 12 til 15 ár verða koppsett fyri koronu. Tað verður longu frá á midnátt, at tað fer at bera til hjá foreldrum at bíleggja tíð at koppseta børn í aldrinum frá 12 til 15 ár fyri koronu, og so kunnu tey verða koppsett longu í morgin, har tíðir eru til taks.

 

Kaj Leo Holm Johannesen leggur dent á, at hann tekur hetta stigið, tí hann heldur, at tað er alneyðugt fyri at fáa so nógv fólkið í Føroyum koppsett, at smittan verður bast.

 

Koppsetingarbólkurin hevur eisini mælt landsstýrismanninum til at taka hetta stigið.

 

Tað at fáa koppsett tey 12-15 ára gomlu er eisini við til at tryggja, at at tað verður óneyðugt at steingja skúlar, frítíðarskipanir, ítróttarfeløg, musikkskúlar og landsstýrismaðurin vónar, tað verða nógv foreldur, sum vilja koppseta síni 12 -15 ára gomlu børn.