Føroyar eru í tí aftara endanum av norðurlondunum. Tað vísir eitt yvirlit yvir, hvussu nógv fólk í teimum ymsu norðurlondunum eru koppsett fyri koronu. Eitt altjóða yvirlit vísir, at í løtuni hava ímillum 41 prosent og 71 prosent av fólkinum í norðurlondum fingið fyrru sproytuna.
Á einum lista, sum sjúkrahúsverkið í Føroyum, hevur sett upp, sæst, hvussu stórur partur av fólkinum í seks norðurlondum eru koppsett fyri koronu, og har liggja Føroyar í tí aftara endanum, tí vit eru nummar fýra av teimum seks norðulondunum.
Yvirlitið vísir, at íslendingar skara framúr, tí har hava heili 71 prosent av fólkinum longu fingið ta fyrstu sproytuna. So er langt aftur til Finnland, sum er á øðrum plássi, tí har hava 57 prosent av fólkinum fingið ta fyrru sproytuna. Hinvegin hava 54 prosent av dønum fingið ta fyrru sproytuna og í gjár varð kunngjørt, at nú hava 50 prosent av føroyingum fingið tað fyrru sproytuna.
Síðani erer nakað aftur til Svøríki, har 44 prosent av fólkinum hava fingið ta fyrru sproytuna og ringast fyri eru tey í Noregi, tí tað eru bara 41 prosent av norðmonnum, sum hava fingið fyrru sproytuna.