Korona: Føroyar settar á grøna listan hjá Bretlandi

Føroyar eru eitt av bara 12 plássum í verðini, bretar kunnu ferðast til, uttan nakað

Bretska stjórnin hevur nú kunngjørt ein lista yvir tey pláss, bretar kunnu ferðast til, og hvørji pláss, teir ikki kunnu ferðast til. Tað siga fleiri miðlar í Bretlandi í dag. Bretska stjórnin hevur havt tíðindafund í dag um koronu, og har hava tey kunngjørt ein grønan lista yvir pláss, bretar kunnu ferðast til, uttan at noyðast í sóttarhald, tá ið teir koma heim aftur.

 

Tað eru bara 12 lond á hesum listanum – og Føroyar eru eitt av teimum. Hini ellivu londini eru Portugal, eisini Madeira og Azorurnar, Ísrael, Ísland, Gibraltar, Avstralia, Nýsæland, Brunei, Singapor og Falklandsoyggjar, Suður Georgia og Suður Sandwich-oyggjar og at enda er talan um St Helena, Tristan de Cunha og Ascension, hevur Grant Shapps, talsmaður fyri bretsku stjórina, kunngjørt í dag.

 

Men eitt er, hvat myndugleikarnir í Bretlandi siga, eitt annað er, hvat myndugleikarnir í Føroyum siga. Og í Føroyum eru tilmælini framvegis, at tey, sum koma higar, eiga at halda seg burtur frá fólki teir fyrstu fýra dagarnar. Tað merkir, at tey skulu halda seg har, tey gista.

 

Tey kunnu vera saman við familjuni, men tey kunnu ikki fara til handils. Hinvegin kunnu tey fara ein biltúr í egnum bili, og vera úti í náttúrini. Tá ið tey so hava verið her í fýra dagar, skulu tey lata seg kanna umaftur.

 

Men tey, sum eru koppsett tvær ferðir, og tað eru minst átta dagar síðani ta seinnu sproytuna, sleppa undan at fara í sóttarhald, ella heimauppihald, sum tað eitur, tá ið tey koma til Føroya. Men tey skulu kortini kanna seg umaftur, tá ið tey hava verið her í fýra dagar.