Korona: Gera fasta kanningarstøð á bygd

Fyribils verður kanningarstøðin opin tríggjar dagar um vikuna í tríggjar vikur

Nú verður ein koronu-kanningarstøð gjørd í Vágum. Læknar hava ført fram, at nú korona breiðir seg um landið, er tað ein fortreyt fyri at berja smittuna niður, at vit gera nógv burtur úr at kanna fólk fyri koronu. Men skal tað eydnast at fáa fólk at kanna seg, verður eisini neyðugt, at tað er lætt og ómakaleyst hjá fólki at verða kannað. 

 

Tí verður nú ein kanningarstøð skipað í Vágum, tí hjá Vágafólki er tað tvørligt at verða kannað, tí tey hava verið noydd at koyra til Havnar. Í samráð við  Sjúkrahúsverkið, hevur Vága kommuna tískil átikið sær uppgávuna at standa fyri eini kanningarstøð í Vágum. Kommunan hevur sett fólk at samskipa tíðir, poting og skráseting, og fólk eru eisini sett at samskipa arbeiðið at útvega verndarútgerð, heinta kanningarútgerð til hvørja kanning, og til at senda royndirnar til greiningar. 

 

Í fyrsta umfari vera tað Vága kommuna og Sørvágs kommuna, sum átaka sær allar útreiðslurnar av kanningarstøðini. Tey siga í eini fráboðan, at sunnumorgunin kannaðu tey eisini í Vágum og tá vóru eini 500 fólk til kanningar og tí varð mett, at stórur tørvur er á eini kanningarstøð í Vágum. Tí hevur verið arbeitt við málinum við eini kanningarstøð, har kanningar verða nakrar ferðir um vikuna í eitt tíðarskeið. Fyribils er ætlanin at kannað tríggjar ferðir um vikuna í tríggjar vikur, men við fyrivarni av at støðan kann broytast og eftir hvør tørvurin verður.

 

Kanningarstøðin er á brandstøðini inni á keiini, og eins og sunnudagin, verður einvegis ferðsla við omankoyring frá Giljanesi, og av keiøkinum verður útkoyring móti Miðvági.

 

– Vónandi fer hetta at lætta um hjá vágafólki at tað ikki verður neyðugt at brúka nógva orku og tíð hjá teimum at fara til Havnar ella aðrastaðni í landinum, fyri at lata seg kanna seg fyri koronu, sigur Bjarni Prior, borgarstjóri í Vága kommunu.

 

Kanningarstøðin í Vágum letur upp í annaðkvøld klokkan 18 og boðað verður frá tá ið tað er klárt at bíleggja tíð til kanning.