– Tað hevur gingið væl og vit halda at vit hava fingið fatur á øllum sum tey hava verið í samband við. Tað sigur Lars Møller, landslækni í morgun.
Leygardagin varð korona staðfest hjá trimu fólkum, sum vóru komin til Føroya við flogfari. Talan var um eina útlendska familju og tey fóru øll í sóttarhald. Samstundis varð farið undir at fáa fatur á øllum teimum, tey hava hava havt samband við. Tey vóru øll trý við sama flogfarið, so tað gjørdi uppgávuna eitt sindur einfaldari.
Las Møller sigur kortini, at talan var um ein fullan flúgvara, so tað tók allan dagin í gjár, men nú halda tey seg hava fingið fatur á øllum.
Í hesum sambandi hava tey tosað við eini 25 fólk, sum tey hava heitt á um at fara í sóttarhald.
– Tað merkir, at tey skulu halda seg heima, men fyri tað kunnu tey fara sær ein túr í náttúruna. Men tey skulu ikki fara í handlar, ella skeinkistøð, ella aðrastaðni ímillum fólk.
Landslæknin hevur eisini varhugan av, at sóttarhaldið verður hildið, hóast talan bara er um eitt tilmæli um at fara í sóttarhald, tí tað ber ikki til at krevja, at fólk fara í sóttarhald.
– Fólk brúka vit og skil og tey vilja ikki vera til vanda fyri onnur, sigur hann. Hann leggur afturat, at tað er eingin, sum noktar at lata seg kanna. Tað vóru tað nøkur sum gjørdi í fyrstuni, men ikki longur.