Í dag hava myndugleikarnir gjørt av at steingja dagstovnin, Fríðriksgarð í Fríðriks Petersens gøtu í Havn, í eini roynd at fyribyrja at korona skal breiða seg.
Sostatt eru øll børn, og øll starvsfólk, í send til hús í sóttarhald og tey fyrireika seg upp á at vera í sóttarhaldi í 10 dagar.
Jóan Petur Hentze, trivnaðarstjóri í Tórshavnar Kommunu, sigur, at tað eru foreldur eitt av børnunum, sum hevur fingið koronu og tey hava verið inni á stovninum. So fyri at binda um heilan fingur, eru øll send heim í sóttarhald.
Hann sigur kortini, at børn og starvsfólk verða kanna í dag, og aftur hesar næstu dagarnar fyri at fáa greiði á, um smittan hevur breitt seg. Hevur hon ikki tað, kann talan verða um at lata dagstovnin upp aftur mánadagin – ella kanska longu fríggjadagin, men gongdin hesar næstu dagarnar verður avgerandi fyri tað.
Á Fríðriksgarði eru eini 40- 50 børn og 10-15 starvsfólk.
Tað er tann enski varianturin av koronu, sum nú er komin til Føroya og í tí sambandi eru myndugleikarnir serliga varnir, tí hann smittar nógv verri enn teir variantarnir, vit hava havt.
Í løtuni hava fimm fólk í Føroyum koronu og 20 fólk eru sett í sóttarhald, men tá er dagstovnurin ikki taldur við. men talið kann veksa, so hvørt sum arbeiðið at finna fólk, sum eru í vanda fyri at verða smittað, verða funnin.