Korona heldur fram við somu styrki

Aftur í gjár eru nógvirtilburðir staðfestir

Korona heldur fram við somu styrki. Hesa seinastu vikuna eru tíggjutals tilburðir staðfestir um dagin, og aftur í gjár vórðu 84 nýggir tilburðir staðfestir, Landslæknin sigur, at øll tey smittaðu hava fingið boð.

 

Í gjár vórðu 3.810 fólk kannað fyri koronu. Í løtuni er 579 við koronu í Føroyum, umframt at 645 fólk eru í sóttarhaldi. Í løtuni eru eisini fimm fólk innløgd á sjúkrahúsi við koronu