Tað er mangt, sum bendir á, at fólk hava tikið tilmælini frá myndugleikunum í størri álvara enn skeinkistøð og dansistøð, hava gjørt.
Korona er aftur farið at ganga og myndugleikarnir stúra fyri gongdini, tí tey hava ikki fult tamarhald á støðuni. Tað merkir, at onkrir smittuberarar eru, sum tey ikki vita um, og myndugleikarnir óttast fyri, at tað kann fáa smittuna at breiða seg.
Tískil mæltu myndugleikarnir til, at skeinkistøð og dansistøð vórðu stongd hetta vikuskiftið. Men tað er eitt tilmælið, sum ikki varð hildið. Fríggjakvøldið høvdu fleiri skeinkistøð opið, men tað var ymiskt, nær tey lótu aftur. Summi lótu aftur á midnátt, onkur nakað eftir midnátt og upp aftur onnur høvdu opið sum vanligt til klokkan fýra í morgun.
Og løgreglan sigur, at aftur í nátt høvdu skeinkistøðini opið og í nátt høvdu – í hvussu so er tey flestu- opið til klokkan fýra, sum tey hava loyvi til. Men av tí, at talan bara er um tilmæli frá myndugleikunum, og ikki eini boð, er hetta ikki eitt mál fyri løgregluna
Men tað hevur verið ómetaliga lítið av fólki í býnum, bæði fríggjakvøldið og leygarkvøldið, so tað sær út til, at fólk hava tikið tilmælini til sín. Løgreglan sigur, at av tíð at tað hevur verið so lítið av fólki í býnum, hava tey heldur ikki havt nakað at gera av slíkum, sum tey plagdu av hava, tá ið náttarlívið er sum vanligt.