Korona: Hesar eru treytirnar fyri at fáa triðja prik

Nú um vikuskifti kunnu summi av teimum, sum eru koppsett tvær ferðir, fáa ta triðju sproytuna

Nú er avgerð tikin um, at summi av teimum, sum eru koppsett tvær ferðir fyri koronu, kunnu eisini fáa ta triðju sproytuna. Orsøkin er, at tá ið ein tíð er fráliðin, verjir koppsetingin ikki so væl longur, og tí verður nú farið undir at koppseta ávísar bólkar eina ferð afturat fyri at styrkja órinsverjuna.

 

Fróði Jacobsen á sjúkrahúsverkinum, sigur, at á Klaksvíkar og á Landssjúkrahúsinum, verður farið undir hetta nú um vikuskiftið. Talan verður um støkk inn koppseting, bæði leygardagin og sunnudagin. At talan er um støkk inn koppseting, merkir, at tað er óneyðugt at bíleggja tíð frammanundan, men nágreiniligari upplýsingar koma seinnapartin í dag, ella í morgin.

 

Á Landssjúkrahúsinum var koppsetingin upprunaliga í samkomuhøllini á Eirðargarði, men herfyri var hon flutt oman í Bláa Ambulatoriið á Landssjúkrahúsinum. Men seinasti dagur tey koppseta har, verður í dag, og í morgin verður koppsetingin so flutt niðan aftur í samkomuhøllina, tí har eru munandi betri umstøður.

 

Landssjúkrahúsið upplýsir, at leygardagin fara tey at koppseta frá klokkan 11 til klokkan 14 og sunnudagin koppseta tey frá klokkan 13 til klokkan 17. Samstundis minna tey fólk á um at hava tað gula koppsetingarkortið við. í Klaksvík fara tey at koppseta leygardagin frá klokkan 10 til 16.

 

Á Suðuroyar Sjúkrahúsi er tað ikki vist, nær tey fara undir at bjóða fólki ta triðju sproytuna, men tað verður eisini um vikuskiftið, ella í seinasta lagi fyrst í næstu viku, sigur Gunnbjørg Guttesen, varastjóri.

 

Men hon sigur, at ímillum 15 og 16 í dag, hava tey støkk inn koppseting á Suðuroyar Sjúkrahúsi og har eru fólk eisini vælkomin at at fáa ta triðju sproytuna.

 

 

 

Treytirnar fyri at fáa triðja prikið

 

Men tað eru ikki øll, sum fáa tilboð um at fáa eina sproytu afturat. Tann fyrra treytin fyri at fáa ta triðju sproytuna, er, at tú ert fyltur 65 ár, Tann seinna treytin er, at tað skulu vera minst seks og ein hálvur mánaður síðani tú fekk annað prikið. Tað merkir, at tey, sum kunnu fáa ta triðja prikið nú, eru tey, sum fingu annað prikið 15. apríl í ár, ella áðrenn tað.

 

Hóast talan verður um støkk inn koppseting um vikuskiftið, er ætlanin, at fólk síðani skulu bíleggja tíð til koppseting. Fróði Jacobsen sigur, at talgilda bíleggingarskipanin verður nú broytt, so at fólk eisini kunnu bíleggja tíð til triðja brikið á internetinum. Og har verða tíðarmarkið eisini broyttar so hvørt, so at tað síðani verður tey, sum hava fingið annað prikið 16. apríl, 17. apríl, og so víðari, sum kunnu bíleggja tíð til ta triðja prikið.

 

Fróði Jacobsen sigur, at tað eru eini 8.000 - 9.000 fólk, sum nú fáa tilboð um at fáa ta triðju sproytuna.