Landslæknin og Deildin fyri Arbeiðs- og Almannaheilsu hava nú kannað øll tey, sum eru smittað við koronu í september og í oktober. Og úrslitið er, at hjá teimum 12-24 ára gomlu, sum eru koppsett, er vandin fyri smittu bara ein níggjundapart av tí hann er hjá teirra javnaldrum, sum ikki eru koppsettir. Úrslitið er eisini, at hjá teimum, sum eru eldri, og sum eru koppsett, er vandin fyri smittu bara ein triðing av tí hann er hjá teimum, sum ikki eru koppsett.
Orsøkin til at koppsetingin verjir tey yngru munandi betri enn tey eldru, kann vera, at tað er nógv styttri síðani tey eru koppsett. Lutfalsliga nógv eldri vóru liðugt koppsett í vár og sostatt viknar verjan, sum. frálíður.
Men úrslitið av kanningini er eisini, at sum heild verða tey, sum eru koppsett, og sum fáa koronu, ikki so sjúk sum tey, ið ikki eru koppsett – og tað sær eisini út til, at tey verða skjótari frísk aftur. Sostatt smitta tey heldur ikki so illa frá sær sum tey, ið ikki eru koppsett.
Í Føroyum eru vit eisini farin at geva fólki ta triðju sproytuna fyri koronu og øll fáa tilboð um hetta, tá ið seks mánaðir eru farnir síðani aðru sproytu.
– Hetta fer óivað at hava við sær, at vit verða enn betri vard fyri koronu, siga myndugleikarnir.