Føroyingar eru væl nøgdir við framferðina hjá landsstýrinum undir koronu-kreppuni. Tað vísir ein nýgja kanning hjá Søgu- og samfelagsdeildini á Fróðskaparsetrinum, har eini 1.000 fólk eru spurd, hvat tey halda um støðuna. Kanningin vísir eisini, at næstan øll siga vilja lata seg koppseta fyri koronu - Men umleið fimtahvørt fólk ber ótta fyri langtíðarárinum av koppsetingini.
Kanningin vísir, at tey allar flestu taka eisini undir við tiltøkunum, sum føroyskir myndugleikar hava sett í verk ímóti koronu og samanborið við onnur lond, hava vit stórt álit á myndugleikunum.
Kanningin vísir, at sum heild halda eini 70 prosent av føroyingum, at tiltøkini, landsstýrið hevur sett í verk, hava verið hóskandi, men umleið 10 prosent halda, at myndugleikarnir hava gjørt ov nógv av, og onnur 10 prosent halda, at myndugleikarnir hava gjørt ov lítið.