Korona: Hetta havi eg stúrt fyri í nakrar dagar

Vit hava nógv ímóti okkum, sigur ráðgevari í koronu

##med2##

 

Korona er aftur eksploderað í føroyska samfelagnum. Í gjár vórðu nevniliga tvær ferðir so nógvir tilburðir staðfestir, sum í fyrradagin. Sostatt vóru umleið 100 tilburðir av koronu staðfestir í gjár og heldur hetta fram í tveir, tríggjar dagar afturat, eru vit heilt uppi í reyða feltinum har vit meststum sløkkja ljósið og lukka alt samfelagið.

 

Pál Weihe,  ráðgevari í koronu sigur, at hetta kemur ikki óvart á hann, tí hetta hevur hann stúrt fyri í nakrar dagar. Hann sigur, at vit hava skert talið á kanningum og tískil ivast hann ikki í, at tað nógv fólk, sum eru sjúk, uttan at vita av tí, men sum ganga runt og smitta onnur. Og hann væntar eisini, hesi myrkatølini fara at hækka hesa næstu tíðina.

 

Hann sigur, at nú smittutalið er so høgt, mugu vit staðfesta, at smittan er í øllum samfelagnum og tað merkir, at tá ið vit – hvør einstakur av okkum – møta øðrum fólkum, skulu vit bera okkum at sum um at vit kunnu smitta tey og at tey kunnu smitta okkum – og tað er antin vit so eru koppsett ella ikki.

 

Trýst á pílin undir myndini og hoyr Pál Weihe greiða frá, hvussu hann sær støðuna beint nú. Hoyr hann eisini greiða frá, hví hann heldur, at tað eru nógv viðurskifti, sum ganga okkum ímóti í hesum døgum – og hann hevur eisini góð ráð um øll jólaborðhaldini, sum verða hildin hesi næstu vikuskiftini.