Korona: Hetta var ein skeiv avgerð

Lækni, sum arbeiðir nógv við koronu, heldur, at ein ávís avgerð hjá landsstýrinum og farsóttarnevndini, er skeiv og eigur at verða broytt sum skjótast

Hesa síðstu tíðina er korona av álvara farið at gera um seg aftur og bara hesar síðstu dagarnar eru væl yvir hundrað tilburðir staðfestir. Tað eru fleiri skúlar, sum eru raktir av koronu og fleiri skúlaflokkar eru sendir í sóttarhald. Samstundir hava eisini bæði búfólk og starvsfólk á røktarheimum, Tjarnargarður, í Havn, fingið koronu.

 

Í summum førum eru smittukeldurnar ókendar, so korona gongur leys í samfelagnum, og sostatt er ikki ordiliga tamarhald á støðuni.

 

Tann fyrsta september varð kravið avtikið um at øll, sum koma til Føroyar, skulu kannast. Tað var Pál Weihe, lækni, og ráðgevari í koronu, ímóti og síðani hevur hann eisini endurtikið, at tað kravið átti at verið sett í gildið aftur.

 

Higartil hava myndugleikarnir ikki hildið, at tað er neyðugt. Men Pál Weihe fær stuðul frá Marnari Fríðheim Kristiansen, lækna við serligur áhuga fyri koronu.

 

Tá ið kravið varð sett úr gildið, kallaði hann tað eina steinbýtta avgerð.

 

Les meiri um tað her: Er tað eitt gott hugskot at steðga við test á grensuni?

 

Í gjár skrivar hann, at nú verða alsamt fleiri børn, og skúlaflokkar, sendir í sóttarhald og  tað ein beinleiðis avleiðing av, at vit loyva smittuni frítt inn í landið.

 

Í gjár varð sagt, at fimm flokkar í skúlanum á Argjahamri eru settir í sóttarhald. Marnar Fríði Kristiansen er sannførdur um at hetta verður ikki síðstu ferð, vit hoyra um líknandi.

 

So hvørt sum veturin kemur, økist vandin fyri stórari smittuspjaðing, tí vit eru meira og meira innandura, sigur hann. Hann heldur, at vit skulu gera hetta ordiliga einfalt: Vit vilja fegin hava so fá tiltøk ímóti korona, sum gjørligt, uttan at missa tamarhaldið á støðuni, sigur Marnar Fríðheim Kristiansen.

 

Hann sigur, at tí skulu vit, stigvís avtaka tiltøkini ímóti korona – og vit skulu byrja við teimum tiltøkum, sum skerja okkara frælsi mest, og sum kosta okkum mest.

 

– Og tað er her landsstýrið og farsóttarnevndin er farin skeiv, heldur hann. Tey hava avtikið kanningarnar við markið, tí okkurt skuldu tey gera. Men samstundis vilja tey ikki at avtaka sóttarhald, tí so verður tað ógvuliga skjótt, at okkara sjúkrahúsverk kemur undir trýst.

 

Úrslitið av hesum er, at hesa næstu tíðina fara ógvuliga nógv av okkum at verða merkt av korona, tí tað er alla tíðina, at fólk verða sett í sóttarhald. Fleiri fara helst at verða noydd at avlýsa konfirmatiónir orsakað av at børnini eru sett í sóttarhald, sigur hann.

 

– Hvat kostar hetta í mistum inntøkum, mistum skattainntøkum, mistari læring, mistari produktión, spyr Marnar Fríðheim Kristiansen.

 

Tað vil siga, at við at avtaka kanningarnar á markinum, kostar tað okkum allarhelst fleiri pengar  og okkara frælsið verður skert.

 

Hann heldur, at tað er púra greitt hvat vit skulu gera og tað er at seta kravið aftur í gildið um, at øll, sum koma til Føroya, skulu kannast á markinum. Hann mælir eisini til, at broyta kanningarháttin, antin til kvik-kanning, spýtt-kanning, ella okkurt annað, sum er fíggjarliga meira burðardygt.

 

Hann vísir samstundis á , at tað hendur nógv á koronu-økinum í hesum døgum, og tað fer at gera tað munandi lættari at handfara korona.

 

– Koppsetingin fer allarhelst at verða góðkend til børn niður í fimm ár rættuliga skjótt. Og so fáa tey eisini ein møguleika at verða vard. Fólk fara eisini at fáa tilboð um ta triðju sproytuna, fyrst tey, sum eru í serligum vanda, og síðani allarhelst øll. Hetta fer at gera, at vit fáa eina betri verju ímóti korona.

 

Við heilivágnum, Molnupiravir, sær tað út til, at vit, fyri fyrstu ferð, hava eina effektiva viðgerð fyri koronu. Tað merkir, at tað kanska verður ein viðgerð til tey, sum kortini verða sjúk.

 

– Framtíðin er tí bjørt. Men lat okkum ikki gjalda ein ov dýran prís fyri at koma hartil, sigur hann. Tí sigur hann, at kravið um, at øll, sum koma til Føroya, verða kannað, eigur at verða sett í gildið aftur - ongantíð ov skjótt.

 

Eitt annað kundi verið at lagt størri dent á at fáa tey, sum koma til Føroya, eisini lata seg kannað, tá i tey hava verið her í fýra dagar, leggur hann afturat.