– Hetta var tað, vit vónaðu at sleppa undan. Tað sigur Pál Weihe, ráðgevari hjá myndugleikunum í Korona.
Beint fyri døgverða kunngjørdi Landslæknin, at tvey fólk í Føroyum hava fingið koronu. Við Kvf segði hann, at tey hava verið á ólavsøku og at talan er um eitt fólk í Havnini, og har um vegir og eitt fólk í Runavík og har um vegir.
Samstundis er eisini staðfest, at ein dani, sum eisini hevur verið her, hevur korona. Tað er staðfest eftir at hann komin aftur til Danmarkar, men hann kann verða smittaður í Føroyum.
Pál Weihe sigur, at hetta var tað, hann stúrdi fyri í sambandi við ólavsøkuna. Hann sigur, at fyribils er einki, sum bendir á, at hesi trý fólkini hava havt nakað samband við hvønn annan og tað ger tað munandi torførari at fáa fatur á teimum, sum tey hava verið í samband við.
Eitt er, hvørji tey vita, at tey hava verið í samband við, men tey kunnu eisini saktans hava havt samband við fólk, sum tey ikki kenna.
Pál Weihe sigur, at vit kunnu framvegis vóna, at avleiðingin ikki verður, at smittan fer at breiða seg av álvara. Men hann heldur, at allir føroyingar eiga at taka hetta sum eina ávaring.
– Hetta eigur at vera ein ávaring um, hvussu stóran týdning tað hevur at taka tilmælini um reinførið og at halda frástøðu, í álvara, sigur hann.
Hann sigur nú er so stutt fráliðið síðani á ólavsøku so enn kunnu vit ikki siga, hvussu úrslitið av ólavsøkuni verður. Men hann sigur, at gongdin hesa vikuna, og gongdin í næstu viku, verður rættiliga avgerandi.
Vit hava meiri um korona-støðuna um eina løtu