Korona: Hevði ynskt at tað var longri opið

Koronukanningarnar í Havn verða fluttar um vikuskiftið - og í Suðuroy hevur veðrið spælt teimum eitt puss

Læknafakligir ráðgevarar í koronu hava ført fram, at skal tað eydnast at berja smittuna niður aftur, er tað ein fortreyt, at gera ongantíð for nógv burtur úr at kanna fólk.

 

Sjúkrahúsverkið hevur áður víst á, at tað er trykk á kanningarstøðunum og tí hava tey heitt á fólk um ikki at lata seg kanna uttan so, at tey hava eina beinleiðis orsøk til tað, tað merkir, at tey føla seg sjúk, hava verið í samband við onkran, sum hevur fingið smittuna, og so framvegis. Sostatt mæltu tey frá, at fólk, sum ikki hava nakra grund til tað, bara lata seg kanna av fyribyrgjandi orsøkum.

 

Men tað hava læknar ikki tikið undir við, ført hevur verið fram, at tað ræður um at kanna so nógv sum gjørligt.

 

Av tí sama hevur kanningarstøð eisini í Runavík onkrar dagar, men har ber ikki til at bíleggja tíð nú. Í Miðvági er eisini ein kanningastøð skipað og hon er opin týsdag, hósdag og leygardag. Somuleiðis hava kanningar verið gjørdar bæði í Nólsoy og á Sandi. Í Nólsoy eru tíðir at fáa mánadagin og á Sandi er opið mánadag, týsdag og mikudag.

 

Hetta er fyri at gera tað høgligari at lata seg kanna, tí bæði í Vágum og í Eysturoy hava fólk lutfalsliga langt á kanningarstøðirnar í Klaksvík ella í Havn.

 

Eftir koronu-heimasíðuni, verða ongar kanningar gjørdar í Havn hósdagar og í Klaksvík verður ikki kannað mikudag, leygardag og sunnudag. Og í Suðuroy verður ikki kannað týsdag, leygardag og sunnudag.

 

Vit hava spurt landslæknan um hann heldur, at hetta er ein gongd leið at skipa fleiri kanningarstøðir kring landið. Men Lars Møller sigur, at hann hevði heldur ynskt, at verandi kanningarstøðir vóru opnar hvønn tað – og at tær høvdu leingi opið um dagarnar.

 

– Tað er hetta, er allarhelst vildi, sigur hann.

 

 

 

Kanningarnar fluttar

 

Í Havnini hava koronu-kanningar verið á Eystarubryggju,  men nú um vikuskiftið eru tær aftur fluttar á Eirargarði.  Sostatt verða kanningarnar á Eirargarði bæði í dag og í morgin. Sjúkrahús sigur, at hetta stigið er tikið, tí veðurtíðindini fyri vikuskiftið vóru so vánalig og tí vilja tey hava kanningarnar innandura. Fólk skulu bíleggja tíð – og tey skulu møta til tíðina og ikki fleiri minuttir áðrenn. Fólk skulu úr bilinum og inn í samkomuhøllina, har kanningin fer fram og tað er eitt krav at fólk eru í masku innandura.

 

 

 

Veðrið spælt teimum eitt puss

 

Í Suðuruoy hevur veðrið spælt teimum eitt puss. Í gjár, fríggjadagin, var veðrið so ringt, at Smyril avlýsti siglingina mitt um dagin. Sostatt fóru kanningarnar, sum vórðu gjørdar í gjáramorgunin ikki norður til greiningar fyrr enn í gjárkvøldið. Kanningarnar verða sostatt greinaðar í dag, og fólk skulu vænta at fáa svar seint seinnapartin í dag, ella í kvøld.