Í gjárkvøldið og í nátt vóru tað nógv skeinkistøð, sum ikki hildu tilmælini frá myndugleikunum um koronu. Tað ásannar løgreglan í morgun. Korona gongur aftur í Føroyum og tað, myndugleikarnir serliga stúra fyri, er, at smittan kann fara at breiða seg av álvara, tí tey hava ikki fult tamarhald á støðuni. Tað merkir, at onkrir smittuberarar eru, sum tey ikki vita um, og myndugleikarnir óttast fyri, at tað kann fáa smittuna at breiða seg.
Tí var tað eitt heilt greitt tilmæli frá myndugleikunum, at skeinkistøð og dansistøð skuldu hava stongt hetta vikuskiftið, men tað er eitt tilmælið, sum ikki varð hildið. Løgreglan sigur nevniliga, at fleiri skeinkistøð høvdu opið, men tað var ymiskt, nær tey lótu aftur. Summi lótu aftur á midnátt, onkur nakað eftir midnátt og upp aftur onnur høvdu opið sum vanligt til klokkan fýra í morgun.
Men tey kundu næstan havt spart sær ómakin at havt opið, tí løgreglan sigur, at ómetaliga lítið av fólki í býnum. Sosatt kann sigast, at hóast skeinkistøðini ikki virdu tilmælini, er líkt til, at fólk tað í heilt stóran mun, tey vóru í hvussu so er ikki at síggja í býarlívinum.
Løgreglan sigur, at tá ið tað var so lítið fólk í býnum var tað eisini tilsvarandi friðarligt, so tey hava at kalla einki havt at gera av slíkum, sum plagar at vera um næturnar um vikuskiftini. Ein bilførari í Suðuroy varð tikin fyri at koyra við ongum koyrikortið, tað er at kalla tað einasta, løgreglan hevur fingið á blokkin.