Koronufarsóttin hevur ikki stórvegis ávirkað húsaprísirnar kring landið. Yvirhøvur hevur prísstøðið hildið sær, og onkrastaðni er prísurin farin eitt vet upp eftir.
Í Vikuskiftissosialinum er samrøða við tær tríggjar stóru meklarafyritøkurnar á bústaðarmarknaðinum, og semja er um, hugurin og umstøðurnar at keypa sethús er ikki nógv broyttur.
Eitt, sum kann hava ávirkað, at húsaprísurin hevur hildið sær, er, at útboðið av sethúsum er kanska minkað eitt vet.
– Eitt, sum vit hava lagt merki til, er, at tað eru ikki eins nógvar ognir til sølu, sum tað hava verið. Tað kann vera, at seljararnir halda seg aftur fyri at vita, hvussu tíðirnar verða. Tað kann so aftur hava við sær, at trýstið til at keypa verður størri, og av tí sama verður prísurin hægri, sigur Kára á Dunga, stjóri í Betri Heim.
Les meira um føroyska húsamarknaðin í Vikuskiftissosialinum.